Bárður S. Nielsen, formaður í
Sambandsflokkinum, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta
ein munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum
um sokallaðu fiskivinnunýskipanina
Spurningar til landsstýrismannin:
1.
Hvussu nógvir nýggir
aktørar eru komnir inn í fyrsta lið í fiskivinnuni við nýggju lógini um
sjófeingið?
2.
Er landsstýrismaðurin
nøgdur við gongdina, nú vinnuspírarnir selja seg út úr fiskivinnuni?
Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
hevur upp í saman tosað um, at eitt av høvuðsendamálunum við nýggju lógini um
sjófeingið er, at øll skulu sleppa framat í fiskivinnuni. Nú lógin um
sjófeingið hevur virkað, kunnu vit staðfesta, at tað ikki eru nógvir nýggir
aktørar komnir framat í fyrsta liði í fiskivinnuni.
Nú um dagarnar síggja vit hvussu
vinnuspírarnir, ið hava roynt at sloppið inn í vinnuna seinastu árini nú selja
seg úr fiskivinunnuni og hópin av familjum missa sítt inntøkugrundarlag.
Landsstýrismaðurin hevur verið
harðasti mótstøðumaður móti politiskari útlutan, tó er hann komin á betri
tankar og útlutar nú menningarkvotur.
Menningarkvoturnar geva nýggjum
aktørum møguleikar fyri víðari menning hjá hesum feløgum, eisini hjá teimum sum
hava fingið kvotur á hvørjum árið síðan 2012 - við undantakið í 2016 - tá ið
Landsstýrismaðurin ikki vildi útlutað politiskar kvotur.
Hann er nú komin á betri tankar og
útlutar politiskar kvotur, eins og altíð hevur verið gjørt.
Sambandsflokkurin