Barbara á Tjaldrafløtti heldur fram sum forkvinna fyri Ráðið fyri Brekað

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur valt seks umboð í Ráðið fyri Brekað. Eftir tilmæli frá ráðsumboðunum er Barbara á Tjaldrafløtti afturvald sum forkvinna fyri ráðið.


-----


Sambært viðtøkunum hevur Ráðið fyri Brekað seks limir, ið verða valdir av landsstýriskvinnuni í almannamálum. Formaðurin verður valdur eftir tilmæli frá hinum ráðslimunum.


Landsstýriskvinnan velur umboð fyri ávikavist Løgmansskrivstovuna, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Meginfelag teirra Brekaðu, Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya. Formaðurin í MBF er føddur limur.


Limirnir í Ráðnum fyri brekað verða valdir fyri 4 ár í senn, tó altíð í samsvari við løgtingsskeiðið. Landsstýriskvinnan hevur valt hesi umboð í ráðið:


Almannamálaráðið: Súsanna Nordendal, limur og Hallbera West, varalimur


Heilsumálaráðið: Símun J. Hansen, limur og Jan Simonsen, varalimur


Løgmansskrivstovan: Rúni Rasmussen, limur og Suffíu Eliassen, varalimur


Kommunusamskipan Føroya: Gunnvá við Keldu, limur og Kirstin Strøm Bech, varalimur


Føroya Kommunufelag: Katrin Næs, limur og Erik Davidsen, varalimur


Meginfelag teirra brekaðu: Uni Rasmussen, limur og Óli Wolles, varalimur


Limirnir vóru einmælt samdir um at heita á Barbaru á Tjaldrafløtti at halda fram sum forkvinnu fyri Ráðið fyri Brekað.