Hósdagin 7. juni kl. 13 verður stórt ítróttartiltak í Gundadali. Skipað verður fyri ítróttardegi fyri øll frítíðarskúlabørn í Tórshavnar Kommunu.
Talan er um ikki færri enn 600 børn, ið fara at luttaka í ymiskum spølum og aktivitetum, sum m.a. at koyra mánabil, spæla hockey, vatnstafett og mangt annað stuttligt fyri barnsligar sálir.
Tiltakið byrjar við at Joan Petur Hentze trivnaðarstjóri setur ítróttardagin. Síðan verða børnini býtt út á teir ymsu banarnar á vøllinum, so farast kann í gongd.
Hvør stovnur hevur sín lit, sum børnini á ein ella annan hátt hava uppi á sær, tað veri seg ein t-shirt, kepp ella pannuband, eins og hvør stovnur hevur eitt flagg við sínum liti.
At enda fáa øll børnini heiðursbræv fyri luttøku.
Tiltakið, sum hevur til endamáls at geva øllum frítíðarskúlabørnum í kommununi eina felagsuppliving við rørslu og samansjóan, væntast at enda umleið kl. 16.