Bara eina resept

Læknarnir eru ovbyrjaðir, ella bara ein misskiljing. Eg veit ikki.


Byrjaði kl. 08,00 at ringja til lækna um eina resept. Havi ringt áhaldandi í tveir tímar. Upptikið, upptikið og aftur upptikið.


Kl. 10,08 ringi eg aftur. Boðini eru nú: Hetta er telefonsvararin hjá kommunulæknanum. Viðtalan er opin aftur ...... dagin kl. 08,00. Síðani leggur blídliga røddin afturat: “Læknahjálp fæst á telefon 1870.”


Ringi síðani til Læknahjálpina. Har er svarið:” Vanligar yrkadagar skal ringjast til egnan kommunulækna millum klokkan 08,00 og 16,00.”


Fekk ikki avgreitt ørindi míni aftaná áhaldandi at hava ringt til lækna í út við tveir tímar. Nú er hetta einki eindømi. Tvørturímóti. Tíverri.


Talan var jú bara um eina resept.


Lasse Klein