BankNordik hækkar rentuna

Tann 6. november 2011 hækkar BankNordik útlánsrentuna hjá privat- og vinnukundum bankans.


Tann 6. november 2011 hækkar BankNordik útlánsrentuna hjá privat- og vinnukundum bankans við 0,5 prosentstigum, tó er hækkingin fyri sethúsalán 0,35 prosentstig.


Orsøkin til rentubroytingina er hækkandi kostnaðir á fíggjarmarknaðunum og øktar útreiðslur í sambandi við herd krøv og reglur frá myndugleikunum.


Rentubroytingarnar verða at síggja á heimasíðuni hjá BankNordik, tá ið tær koma í gildi.