Bakkafrost stóri partabrævavinnarin í november

Hetta skrivar www.kyst.no á heimasíðuni. Sagt verður, at tann føroyska familjan Jacobsen, hevur alla orsøk til at fegnast aftaná at tað er greitt, at Bakkafrost-partabrævið er virðisøkt við 26,9 prosentum í november mánaða.


Hetta er sostatt greitt besta partabrævið í norska fiskiindeksinum hendan mánaðin.


Mikudagin fekk partabrævið hjá Bakkafrost eitt rættiligt spark uppeftir, og hevði eina framgongd uppá 24 prosent, og endaði, sum sagt á 26,9 prosentum á Oslo Børs.


Næstbesta partabrævið í Noregi var hjá Scotties Salmon, ið hevði eina framgongd uppá 10,91 prosent.


Her kann lesast meira um framgongdina hjá Bakkafrost:


http://www.kyst.no/index.php?page_id=59&article_id=92987