B. Corydon heldur eitt men lógin sigur nakað annað

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Ríkisveitingin verður útroknað við støði í felagsmálunum, ið Føroyar og Danmark rinda í felag. Tað framgongur týðiliga av lógini um Ríkisveiting, sum varð endaliga samtykt í gjár. Kortini roynir fíggjarmálaráðharrin í sosialdemokratisku stjórnini at rógva fram undir hitt øvugta.


Danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, róði í gjár í fólkatingssalinum fram undir, at onki samband er millum Ríkisveitingina og felagsmálini, ið FØ og DK eftir skipanini skulu fíggja í felag.


Felagsmál eru heilsuverkið, serforsorgin, fólkatrygging og ein partur av Havstovuni.


Lógin (L 38) um Ríkisveitingina sigur nakað annað, en fíggjarmálaráðharrin róði fram undir:


Her er lógarteksturin:


"Det foreslås i lovforslaget, at tilskuddet til Færøernes hjemmestyre fastsættes til 615,5 mio. kr. i 2012. Af bloktilskuddet på 615,5 mio. kr. vedrører de 117,0 mio. kr. særforsorgen, 213,3 mio. kr. folkeforsikringen, 283,6 mio. kr. sundhedsvæsnet og 1,6 mio. kr. Færøernes Fiskerilaboratorium".


Tað vil siga, at Ríkisveitingin verður útroknað eftir felagsmálum.


Hetta merkir, at um t.d. serforsorgin verður yvirtikin, so minkar blokkurin 213,3 mió. kr. Samanhangurin er greiður.


Sí lógartekstin her:


"Såfremt hjemmestyret i perioden overtager sagsområder, hvortil der i dag ydes bloktilskud, vil det i medfør af § 3, stk. 2, i lov nr. 578 af 24. juni 2005 om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder, indebære, at de færøske myndigheder også overtager de med områderne forbundne udgifter. I det tilfælde vil der herefter skulle ske en reduktion af bloktilskuddet".


Sostatt heldur Bjarne Corydon nakað, sum ikki er í samsvari við lógina.


Nakað annað er, at Landsstýrið brúkar blokkin til ymisk onnur øki.


Men lógin er tann, sum er galdandi, og hon ásetur greitt, at beinleiðis samband er millum støddina á blokkinum og felagsmálini.


Ríkisveitingin verður nevniliga útroknað við støði í felagsmálunum.


Sambandsflokkurin á Christiansborg


Edmund Joensen, fólkatingsmaður


www.edmundjoensen.fo