Avtala við Reykjavík um ungdóm og skógrøkt

Ein avtala millum Reykjavík og Tórshavn um praktiskar arbeiðsroyndir innan skógrøkt er í dag undirskrivað í Havn.


Høvuðsendamálið við avtaluni er, at ungdómur í Reykjavík og í Tórshavn gjøgnum praktiskar arbeiðsroyndir við at planta trø, skilur týdningin, sum skógir hava bæði lokalt og globalt. Ætlanin er eisini at skapa gott samband millum ung í Reykjavík og í Tórshavn. Sambandið millum tey ungu verður grundað á samstarv við at planta trø og at fáa innlit í umhvørvi, mentan og søgu.


Endamálið er at elva til samskifti millum býirnar báðar við sínámillum vitjanum, sum verða triðja hvørt ár. Fyrstu vitjanirnar verða í september 2015 og verða í framhaldi hvør av aðrari.


Hvør partur í avtaluni setur samskipara, sum tekur sær av uppgávuni viðvíkjandi samskifti, samskipan og fremjan av verkætlanini.


Luttakararnir eru úr Reykjavíkar kommunu og Tórshavnar kommunu og eru í aldrinum 15 – 17 ár. Luttakararnir úr hvørjum landi eru fimm til seks í tali. Vertslandið fær til vega tær plantur, sum skulu gróðursetast.


Arbeitt verður fram ímóti at útvega fígging til verkætlanina “Ungdómur og skógrøkt”, sum í dag varð undirskrivað við fyrivarni fyri samtykt býráðsins. Avtalan er undirskrivað av borgarstjórunum Jóni Gnarr og Heðini Mortensen, Ellý Katrin Guðmundsdóttir, borgarritara, og Ingibjørg Berg, kommunustjóra.