Avtala gjørd – mynstringarbann avblást

Tað verður við sløttum borði og reinari samvitsku yvir fyri manningarfeløgunum, at Hans Andrias Kelduberg, reiðari, og felagið Thor Fisheries í morgin klokkan 13 hava móttøka umborð á uppsjóvarskipinum Hoyvík.

Tí fyri løtu síðani gjørdi reiðaríið semju við manningarfeløgini og skrivaði undir tvær avtalur fyri Hoyvík – eina millum Thor Fisheries og Fiskimannafelagið og eina millum Thor Fisheries øðrumegin og Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hinumegin.

Mynstringarbannið, sum manningarfeløgini lýstu á middegi, er tí avlýst.

Høvuðstættirnir í semjunum eru, at býtt verður eftir ídnaðarsáttmálanum, tá skipið fiskar ídnaðarfisk í Norðsjónum, og eftir nótasáttmálanum, tá skipið fiskar makrel, sild og svartkjaft.

Dekkarar og kokkur fáa umframt sáttmálaásetta býtið 4000 krónur um dagin til javnbýtis.

Tær báðar avtalurnar kunnu takast niður sum pdf’ar her niðanfyri.

Smílini vóru frammi, nú tað slapst undan nakrari drúgvari orrustu. Á myndini høgrumegin eru tað Niels Winther Poulsen, advokatur hjá Thor Fisheries, Hans Andrias Kelduberg, reiðari, og Arnbjørn S. Egholm, stjórnarskrivari hjá Thor í Hósvík.

Avtala millum Thor Fisheries og Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag: http://www.fiskimannafelag.fo/sites/default/files//Avtala%20millum%20Thor%20Fisheries%20og%20Maskinmeistarafelagi%C3%B0%20og%20F%C3%B8roya%20Skipara-%20og%20Navigat%C3%B8rfelag.pdf

Avtala millum Føroya Fiskimannafelag og Thor Fisheries: http://www.fiskimannafelag.fo/sites/default/files//Avtala%20millum%20F%C3%B8roya%20Fiskimannafelag%20og%20Thor%20Fisheries.pdf