Perlur: Í seinastu viku fingu vit at vita, at skúlaungdómar vóru uppsagdir á Hotel Føroyum. Oyggjatíðindi 3. Desember 2008.
Hesir ungdómar vóru í starvi, sum uppvaskarar. Hóast arbeiði var kvøld/náttararbeiði, so var lønin kortini bara 93,00 krónur um tíman, vísti kelda okkum á.
Paradoksið her er, at ngdómarnir eru uppsagdir við teirri grundgeving, at rumenar og ungarar eru settir at gera arbeiði, og tað skal vera munandi bíligari.
Vit vendu okkum fyrst til Samtak, men hjá Samtak, ið er Føroya Arbeiðarafelag og Fiskimannafelagið, verður sagt, at tað er Havnar Arbeiðskvinnufelag, ið varar av fakligum viðurskiftum á Hotel Føroyum.
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, segði seg ikki vita um trupulleikar á hotellinum við Oyggjarvegin, men vísti á, at um lønin var ein trupulleiki, átti skúlaungdómurin at vent sær til teirra, tí talan kann eisini vera um, at tey eiga pening til góðar fyri uppsagnar tíðina.
Vígdis Johannesen, sigur seg hava fylgt væl við í slíkum málum í øðrum londum.
Hon er vælvitandi um dømir, har sáttmálaløn verður goldin, meðan tey fremmandu verða drenaði fyri t.d. húsaleigu og aðrar útreiðslur.
Hon veit tó onki dømi í Føroyum um hetta síðani gøluna í Skálavík.
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag vil tó kanna umstøðurnar.
Men á Hotel Føroyum, taka tey tað heilt róliga. Har er onki mál, sigur stjórin, Johannes Jensen.
Tað er rætt, at vit hava útlendingar bæði á Hotel Føroyum, og á Hvonn, men á Hotel Føroyum er tað í løtuni bara ein útlendingur í uppvaskinum, og eg kenni onki til, at skúlaungdómar eru uppsagdir til frama fyri bíliga útlendska arbeiðsmegi, sigur stjórin.
Hann vísir eisini á, at ongin útlendingur býr á hotellinum.
Skúlaungdómurin hjá okkum fær góðar 106 krónur um tíman, um hann er 17 ár. Er ungdómurin yngri, fær hann 75 prosent av hesi upphæddini.
- Tað er væl meira enn skúlaungdómar fáa aðrastaðir, sigur Johannes Jensen við blaðið.
Stjórin á hotellinum sigur, at hjá teimum er arbeiði tengt av sesongini - til tíðir er nógv at gera, aðrar tíðir er lítið at gera. Tað er so tað.
Men stjórin sigur so eisini, at ungdómurin koyrir eisini í sesong - ávísar tíðir hevur hann ikki stundir til annað enn ítrótt og annað spennandi, men tá hetta so hæsar av, er ungdómurin klárur aftur at forvinna sær nakrar krónur eyka.
Og akkurát í løtuni er ikki tað stóra at gera á hotellunum, sigur Johannes Jensen, stjóri.
Hann avsannar sostatt, at hotellið livir av trælahaldi.