Lýsing:
Søkt verður eftir einum avloysara fyri skrivstovufólk í barnsburðarfarloyvi í eitt tíðaravmarkað starv frá 15. november 2011 til 15. august 2012 til tvørgangandi skrivstovuuppgávur á Post-,Fjarskiftis-, Tryggingar-, Kappingareftirlitinum og á Skráseting Føroya.
Eftirlitini halda til á Skálatrøð 20 og eru skipað sum stovnar undir Vinnumálaráðnum við felags stjóra og felags skrivstovuhaldi. 17 fólk starvast á eftirlitinum. Harumframt eru ráðgevar knýttir at stovnunum.
Tín førleiki:
Vit vænta at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving ella royndir, sum kunnu javnsetast við skrivstovuútbúgving
• royndir innan almenna umsiting
• royndir við journalisering
• royndir innan bókhald, Navision & FSL (Fíggjarskipan Landsins)
• góðan kunnleika til føroyska, danska og enska málið
• góðan telduførleika** • góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
• evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin
Tínar arbeiðsuppgávur:
Arbeiðið fevnir um:
• ymiskar skrivarauppgávur fyri stjóra, ráðgevar og fulltrúar
• journalisering, vit nýta journalskipanina 360
• post-, teldupost-, og telefonavgreiðslu
• røkjan av heimasíðu
• innkeyp
• bókhaldsarbeiði
• annað vanligt skrivstovuarbeiði á stovnunum,
Vit bjóða tær:
Starvsfólkini á teimum ymsu eftirlitinum arbeiða í ávísan mun við tvørgangandi uppgávum innan ymsu økini og tú kemur at starvast saman við dugnaligum starvsfeløgum í einum óformligum starvsfólkaumhvørvi, har avbjóðandi uppgávur verða loystar
Løn- og setanartreytir:
Starvið er lønt sambært sáttmála mullum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og hini aðalráðini.
Umsóknir:
Hevur starvið tín áhuga, ert tú vælkomin at senda umsókn saman við prógvum, viðmælum o.ø. til:
Fjarskiftiseftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella fjarskiftiseftirlitid@fjarskiftiseftirlitid.fo
og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 21. oktober 2011, kl. 12.00
Um tú ynskir nærri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við: Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 356021, teldupost jt@fjarskiftiseftirlitid.fo
ella Eyð Hansen, journalleiðara, tlf. 356026, teldupost eh@fse.fo
Meira fæst at vita um stovnarnar á: www.fjarskiftiseftirlitid.fo