Undirsjóvartunlarnir, P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin, høvdu í gjár aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.
Vágatunnilin
Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2011 gjørdist eitt avlop á 1,8 mió. kr., sum er nakað betur enn í 2010, tá avlopið var 0,4 mió. kr. Umsetningurin var 22,2 mió. kr. í 2011 og 21,1 mió. kr. í 2010. Í Vágatunlinum koyrdu 593.178 akfør gjøgnum tunnilin, 12.428 fleiri enn í 2010, ein vøkstur á 2,1%. Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.625 akfør í miðal um samdøgrið í mun til 1.591 akfør/samdøgur í 2010.
Sí talvu, sum vísir samlaðu ferðsluna í Vágatunlinum seinastu árini:
Ár Akfør
2003 359.440
2004 375.958
2005 422.920
2006 524.992
2007 563.188
2008 576.956
2009 585.826
2010 580.750
2011 593.178
Norðoyatunnilin
Ársúrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 4,5 mió. kr., sum er 4,1 mió. kr. betur enn 2010, tá avlopið var 0,4 mió. kr. Umsetningurin var 26,5 mió. kr. í 2011 og 25,2 mió. kr. í 2010. Í Norðoyatunlinum koyrdu 727.316 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 2,8% í mun til 2010, tá 707.202 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2011 verið í miðal 1993 akfør/samdøgur í mun til 1937 akfør/samdøgur í 2010.
Sí talvu, sum vísir samlaðu ferðsluna í Norðoyatunlinum síðan tunnilin lat upp 26 apríl 2006:
Ár Akfør
2006 448.884
2007 662.828
2008 694.398
2009 698.460
2010 707.202
2011 727.316
Prísirnir lækkaðir
Nevnd og stjórn í báðum feløgunum tóku ta avgerð at lækka prísirnar frá 1. januar 2012. Henda avgerð varð tikin við støði í teimum góðu roknskaparúrslitum, sum nú fyriliggja. Eftir lækkingina fáa akfør við 40 túra kubba 55% í avsláttri og akfør við 20 túra kubba 45% í avsláttri. Avslátturin er í mun til stakar túrar, sum kosta 130 kr.
Prísurin, sum størri akfør nú gjalda fyri kubbar, lækkaði somuleiðis, so tey nú fáa ein avsláttur á 45% í mun til stakar túrar. Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2011, er kr. 74,60 í Norðoyatunlinum og kr. 75,01 í Vágatunlinum. Hetta svarar til góðar kr. 37 hvønn vegin. Miðalprísurin væntast at minka nakað, eftir at prísirnir eru lækkaðir. Sí talvu um miðalprísin í báðum tunlunum:
Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Bergur í Garði, Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Bergi í Garði sum formanni og Jens Kára Vilhelm sum næstformanni.
Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.