Avkastið av virðisbrøvum landskassans var 191 mió. kr. í 2019

Peningaligu íløgurnar hjá landskassanum kastaðu meira av sær í fjør enn tær hava gjørt fyrr. Avkastið fyri 2019 varð 6,3 prosent, sum svarar til 191 mió. kr. Orsøkin er millum annað at lagaligi pengapolitikkurin hjá miðbankum kring heimin hevur økt eftirspurningin eftir partabrøvum á altjóða fíggjarmarknaðinum.

Gjaldførið hjá landinum stendur í partabrøvum og lánsbrøvum uttanlands. Avkastið av hesum virðisbrøvum í fjør var sera gott, serliga vóru tað partabrøvini sum kastaðu nógv av sær: 29 prosent ella 157 mió. kr. Samlaða avkastið var heili 6,3 prosent í fjør, og tað er met.

Avkastið hongur nógv saman við gongdini á altjóða fíggjarmarknaðinum, og tí kann avkastið av íløgurøðini hjá landinum sveiggja frá einum ári til annað. Eitt nú var 2018 eitt ringt ár hjá teimum flestu, sum gera íløgur í virðisbrøv. Fyri at meta um, hvørt ein íløgu­strategi er góð, er tó rættast at hyggja at miðal­av­kast­inum í einum longri tíðarskeiði, til dømis í fimm ára tíðarskeiði. Síðani 2015 hevur miðal­av­kast­ið av landskassans gjaldføri verið 2,4 prosent ella 67 mió. kr. um árið. Talva 1 niðanfyri vísir avkastið hjá landskassanum í prosent og krónum frá 2015 til 2019.

Í 2019 hevur fíggjarmarknaðurin verið merktur av ivamálum, eitt nú um Bretland skal úr ES við ella uttan eini avtalu. Handilsstríðið millum Kina og USA hevur eisini merkt marknaðin.

Lagaligi pengapolitikkurin hjá miðbankum hevur ført til nakað lægri avkast uppá lánsbrøvini, men hevur hinvegin ført til væl størri eftirspurning og hægri kursir á partabrøvum.

Landsbankin hevur til uppgávu at fáa so nógv burturúr gjaldførinum sum gjørligt, tó við atliti til váða. 

Nevndin í landsbankanum hevur fyri at stýra váðanum, gjørt eina íløguheimild, sum ásetur hvussu nógvir pengar kunnu setast í partabrøv, hvussu nógv í lánsbrøv og so framvegis. Íløguheimildin kann lesast her.
Sambært reglugerð kann landskassin hava 200 mió. kr. standandi í føroyskum peningastovnum til dagligan rakstur av almenna geiranum. Restin stendur uttanlands, so møguleiki er at taka pengarnar heim í kreppustøðum uttan hetta ávirkar fíggjarliga støðufestið í Føroyum.