Avkastið av landskassans gjaldføri var 75 mió. kr. í 2020

Landskassin hevði í miðal 4 mia. kr. í gjaldføri í 2020. Stórur partur av hesum peningi er settur í virðisbrøv uttanlands. Samlaða avkastið av hesum var 75 mió. kr. ella 1,91% í 2020.

Sæð í mun til Covid-19 er hetta eitt gott avkast. Tá Covid-19 rakti, fullu virðisbrøvini nógv í virði, tí óvissan við Covid-19 farsóttini var so mikið stór. Íleggjarar seldu burturav váðafúsu virðisbrøvunum (partabrøv), fyri heldur at fara yvir í meira trygg aktiv, so sum statslánsbrøv og realkredittlánsbrøv. Um hetta mundi var avkastið hjá landskassanum negativt við 7,8%. Men sum árið leið, varð vitanin um Covid-19 betri og flest øll lond vóru úti við stórum hjálparpakkum, umframt at miðbankarnir førdu og enn føra ein sera lagaligan pengapolitik. Árið endaði við at landskassans gjaldføri hevði eitt avkast á 1,91% ella 75 mió. kr.

Fyri at meta um, hvørt ein íløgustrategi er góð, er rættari at hyggja at miðalavkastinum í einum fimm ára tíðarskeiði. Talvan niðanfyri vísur avkastið fyri landskassans gjaldføri. Síðani 2016 hevur miðalavkastið av landskassans gjaldføri verið 2,7% ella 80 mió. kr. um árið.

Landsbankin hevur saman við nevndini gjørt ein íløgukarm fyri landskassans gjaldføri. Atlit er fyrst og fremst tikið til váðan, og íløgustrategiin er tí ásett at vera varlig.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans 2020 her