Avdúking: Hetta hava føroysku flokkarnir fingið úr danska ríkiskassanum


Aftaná, at Oyggjatíðindi avdúkaði sokallaðu sjálvstýrisflokkarnar, við at leggja út samskiftið við donsku stjørnina, í samband við pengastreymin niður í føroysku flokkarnar, at føra valstríð fyri, hava serliga Tjóðveldi, sum fór til val uppá, at steðga biddaragongdini úr danska ríkiskassanum, bakataliserað sín egna leiklut.

Greinaðu skjølini eru løgd út bæði í pdf útgávu og jpg útgávu.

Hetta vísir yvirlit av, hvat hvør flokkur hevur fingið millum 1987 og 2015. Hetta kann ikki burturforklárast, og sum tað eisini er greitt frá aðrastaðir, so brúkar Kringvarpið fjølmiðlapersónar, at greinað valstríðið, Andglettin og annað, sum hoyrir valinum til, ið beinleiðis hava ággóðan av hesum somu pengum, tá flokkarnir kanalisera risaupphæddir niður í miðlakassarnar.

Hetta ávirkar so sanniliga eisini viðmerkjarnar, sum eftir hetta kunnu gallast gølukendar.
Fyri ein ordans skyld skulu vit nevna, at tað er bara Oyggjatíðindi, sum hevur valt ikki at taka pengar í Fólkatingsvalstríðnum.

Her er er alt samskifti at síggja millum føroysku flokkarnar, sum liggja á búkinum fyri at fáa pengar úr danska ríkiskassanum. Bara Zakarias Wang, hevur sent pengarnar aftur: https://dl.dropboxusercontent.com/u/6976780/1994-2014.pdf