Brellbiti 1: Danski staturin var við í cover-up

Í gjár var undirritaði boðin at luttaka í sending hjá R7 radio. Mín partur av sendingini snúði seg um bókina, sum eg siti og skrivi. Sera avmarkað er, hvat stundir eru til at nevna í einari stuttari sending, men eg kom so at nevna eina av størstu avdúkingunum í samband við skipasvik. Nevniliga Global.

Dan Klein, journalistur tekur saman um:

Eg nevndi, at tað hevði eydnast at avdúka skjalið, og harvið prógvi uppá, at eginpeningurin var tað reina bluff í Global-skipunum. Men tað, sum málið nú meira enn nakað annað avdúkar er, at umboðini hjá danska statinum í Føroyum framdu cover-up, vardu svikið. Prógvuni lógu í málinum, tá ið eg bleiv dømdur í Globaldóminum, sum eisini varð brúktur at seta meg í fongsul.

Loan agreement P/R
Skjalið viðvíkur láni uppá 2.000.000  DM til partsreiðararnar í P/R Global Sand ella P/R Global South, ið áttu skipini Sandy Island og Southern Island  
Skjalið var undirskrivað 30. desember 1983.

Tað er einki í hesum skjali, ið bendir á, at talan er um eitt lán, ið ikki skal gjaldast aftur. 

Skjalið gevur onga ábending um, at talan var um eina gávu, men heldur um eina serliga konstruktión, har eginpeningurin er bygdur inn í sjálvt keypið. 

Lánið var at finna í roknskapinum fyri 1985 hjá lánsveitaranum, men var eisini í 1985 roknskapinum niðurskrivað til 1 DM.

Brot úr roknskapi hjá Busumer Werft
Skjalið vísir, at at við endan av 1985 var skuldin hjá partsreiðarunum í P/R Global Sand og P/R Global South, niðurskrivað til 1 DM fyri hvørt reiðaríið. Hetta er hent samstundis ella beint eftir, at skipini er latin eigarunum.

Eingin skuld var at síggja hjá partaeigarunum í P/F Global Cemical Tankers í átti skipini Cape Island og Crest Island.

Memorandum of Understanding
Skjalið er dagfest dagfest 30. mai 1985 og viðvíkur øðrum av partsreiðaríðnum.

Íð skjalinum verður sagt, at lánið ikki  skal gjaldast fyrr allar útreiðslur viðvíkjandi skipunum eru goldnar enntá inntøkuskattur hjá einstøku partsreiðarunum , ið stavar frá skipunum. Talan er soleiðis ikki um nakað veruligt lán

Í rættarsemjuni verður eisini staðfest   “ at veitingin sambært lániskjali ikki er eitt lán men ein skattskyldug veiting”

Einki er í teimum skjølum hjá landsstýrinum, ið innlit er fingið í, sum talar fyri, at landsstýrið hevur fingið nakra formliga kunning um hetta skjal.  

Bókingarskjal
Talan er um eitt bókingarskjal hjá Global Chemical Tankers, har eginpeningurin verður bókaður. Debet: Skip  Kredit: Eginpeningur. Upphæddin er 3.300.000 DM svarandi til 10.659.000 krónur.

Skjalið kundi bent á, at ein upphædd svarandi til eginpeningin er løgd afturat skipavirðinum
 
Føroya Gjaldstova upplýsir:
- At gjaldstovan hevur  goldið 41,3 mió. kr. vegna veðhald fyri Global partafeløgini, og at allur hesin peningur er mistur
- At gjaldstovan hevur goldið 15,1 mió. kr. vegna veðhald fyri Global partsreiðaríini. At persónar hava inngoldið 9 mió. kr. av hesum peningi.

Ad.2 
Roknskapur fyri P/F Global Chemical Tankers pr. 30 juni 1983 vísur,  at felagið hevur fingið studningslán frá landsstýrinum uppá 8,9 mió. kr. fyri hvørt av skipunum Cape Island og Crest Island ella 17, 8 mió. kr. íalt. Allur hesin peningur er mistur. 

Ad.3 
Vit vita at partsreiðarnir í partsreiðaríunum bløddu illa fyri teirra luttøku í Global partreiðaríunum. Skattareglurnar í Føroyum vóru tá soleiðis, at privatpersónar kundu trekkja øll teirra tap frá á sjálvuppgávuni. 

Samanumtikið vóru veðhaldsútleggini fyri partafeløgini 48 milliónir, stuðuðslán 18 milliónir, og metti frádrátturin í sjálvuppgávuni var umleið 20 milliónir, sum samanlagt gevur 86 milliónir. Umroknað til dagsins krónur hevði tapið svarað til einar 150 mió. Kr., vísir navngivin kelda á, sum hevur granska í uppgerðini av teimum reellu upphæddunum, sum landskassin misti í bókini.

Rættarsemja
Talan er um semju gjørda í Føroya rætti millum tríggjar partaeigara í  P/F Global Chemical Tankers og Føroya Gjaldstovu vegna Líkningarráð Føroya.

Cover-up
Hóast hetta mál ikki var í familju við skattareglarnar um, at talan var um eina gávu, tá “gávan” jú við beroddum huga var brúkt til at villleiða landsins borgarar, var talan um at ákæruvaldið og rættarskipanin hjá danska statinum, framdu cover-up, dekkaðu útyvir grov brot, sum sambært revsilógini, samanlagt átti at talt fleiri fongsulsdagar enn eg fekk fyri avdúkingina svikiinum í blaðnum.

Sum tað bleiv nevnt í samrøðuni í R7, so kom Eyðfinn Jacobsen, advokatur hjá skattavaldinum, í rættin við ongum pástandi. Advokaturin lat sostatt upp til dómaran, ið var tann sami, sum dømdi meg kriminellan, sjálvan velja leistin. Sami dómari, sum  grundgav, at eg var komin við ósakligum skuldsetingum í móti ósekum persóni, og tí skuldi í fongsul.

Nú sat so sami dómari í rættinum við prógvunum uppá, at eg hevði alla tíðina havt rætt, og dómarin við sær sjálvum veit, at hann ikki má døma í hesum málinum, tí nú kann hann hava ein persónligan áhuga í hvønn veg hetta mál skal venda. 

Dømir hann, ella ger hann semju um, at fiktiva skjalið er bedragarí, so gongur hann í móti sínum egna dómi í móti mær. Letur hann sum onki, og avtalar, at lánið, sum annars dekkar yvir fiktiva eginpeningin fyri at villleiða landskassan, “bara” er ein gáva, ja, so hendir bara tað, sum hendi. Globalmenninir betaltu við kassa eitt, og gingu fríir av revsirættinum.

Demoniseraðu journalistin
Hvussu oftani bridge-makkarin hjá dómaranum, sum virkaði í báðum sakum, var úti alment og boðaði frá, at einki kriminelt var farið fram í Global-gøluni, er ikki gott at vita, men tríggjar ferðirnar váttaði hann hendan falska pástandin. Paradoksið er eisini, at skattavaldið fekk skjølini um fupplánið frá ákæruvaldinum, sum allatíðina hevði ført fram, at onki kriminelt var farið fram í hesum málinum.

Hesir kalarnir fingu frísak við at “demonisera” journalistin, og fingu stuðul frá restini av einglapressuni, sum teir til dagin í dag hava havt í síni hulu hond.

Fleiri familjur komu heilt illa fyri, og eru tann dag í dag ikki lidnar at gjalda sín part í Global-gøluni, sum, var hon viðgjørd, sum revsimál, hevði fingið heilt aðra gongd. 

Taka vit skipagøluna, sum heild. So hendi tað, at landskassin varð lensaður fyri slakar fimm milliardir, men danski staturin var so “vælviljaður”, at lána føroyingum, sum svaraði til hesa risa upphædd, men tað skuldi so vera til marknaðarrentu: - Keine hexerei...

Hetta prógv hevði ákæruvaldið fyri kriminella bluffinum, samstundis, sum tey framdu cover-up, og harvið vavdu danska statin inn í eiturkoppa mynstri við teirri ábyrgd, sum ikki hevur eina ellisfreist.

Borðið fangar! Tað hava embætisfólkini tryggja, sum vegna statin, hava vart hesa gøluna við teirri høga statusi sum verjar av rættarskipanini.

Hetta og nógv meira aftrat verður borðreitt við í bókini, sum verður skrivað á donskum, og umsett til enskt.

Leinkjur til aðrar Brellbitar:

http://www.oyggjatidindi.com/brellbitin+2+hjunarskilnadur+fekk+onga+realitetsvidgerd+i+skiftiraettinum.html


http://www.oyggjatidindi.com/irflanid+sum+i+veruleikanum+var+eitt+ran.html