Tórshavnar Marathon 2014 verður tann 7. juni. Talan er í ár um eitt sera stórt tiltak við útlendskari luttøku, sum er lagt dagin eftir Mentanarnáttina, leygardagin 7. juni.
- Tað er sjálvandi ein avbjóðing fyri okkum í Tórshavnar kommunu, at vit skulu ganga ella taka súkkluna hesar tímarnar, marathon er á skránni. Men hava tey marathon í New York, Berlin, London og nógva aðrastaðni, so klára vit eisini at bjóða fólki eitt dygdargott marathon í Havn, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á tíðindafundi á Ráðhúsinum í morgun.
- Duga vit væl at selja hetta, so kunnu nógv ferðafólk koma hendavegin. Og vit síggja nógvar góðar og stórar møguleikar í hesum, segði hann víðari, nú rutan fyri Tórshavnar Marathon og hinar ruturnar vórðu avdúkaðar.
Renningin verður hesaferð skipað dagin eftir Mentanarnáttina, so gestir í býnum fáa helst eitt stórt upplivilsi. Nógv undirhald og nógvir áskoðarar vera eisini í býnum. Fýra teinar verða at renna, byrjað og endað verður á Vaglinum, og lagt er soleiðis til rættis, at fólk koma á mál nøkurlunda samstundis.
Marathon í Føroyum serstakt
Jóhan Simonsen frá Bragdinum greiddi frá, at hópur av fólki ferðast kring heimin at renna marathon. Men tað er nakað serstakt at renna í Føroyum. Í Bragdinum hoyra tey longu nú um, at fólk reypa vítt og breitt, at tey hava runnið í Føroyum.
- Vit hava so nógvar fyrimunir. Tí hetta er so serstakt. Nógvir rennarar ferðast fyri at renna góð og øðrvísi marathon. Útlendingar eru vanir við býarmarathon við háhúsum á báðum síðum, men her hava vit náttúruna við, og tað er nakað heilt fyri seg. Meðan føroyingar t.d. grenjaðu um áarføri, so frøddust útlendingarnir um fossarnar, sum spríktu út á Kaldbaksvegin, segði Jóhan Simonsen.
Tiltakið er m.a. lýst í blaðnum Distance Running, sum kemur út í 90 londum.
Freistin at melda til er 5. Juni. Um 200 luttakarar verða. Higartil eru einir 20 útlendingar úr 8 londum meldaðir til, t.d. úr Onglandi, Pólandi, Týsklandi og Estlandi.
Stór fyrireiking
Tórshavn Marathon verður runnið fyri tólvtu ferð í ár. Nógvir vegir eru stongdir í styttri og longri tíðarskeið henda dagin. Byrjað verður at stongja kl 09 og onkrir vegir eru stongdir í 6 tímar. Heitt verður á fólk um at tilrættaleggja dagin soleiðis, at tey ikki nýta bilin. Bussarnir koyra.
- Við tíðini verður hetta eitt altjóða event, og tað er ein styrki, at tað verður lagt, tá mentanarnáttin er, sigur Theresa T. Kreutzmann frá Visit Tórshavn. Og Súsanna Sørensen frá Visit Faroe Islands leggur aftrat, at tíðindafólk úr eitt nú Bretlandi og Týsklandi koma at renna og eisini skriva um átakið.
- Tað krevur ómetaliga nógv at samskipa eitt marathon. Her er sera nógv fyrireiking neyðug. Millum 60 og 70 vaktir eru á rutuni. Fleiri enn hundrað fólk eru við í fyrireikingunum, sigur Jóhan Simonsen høvuðsfyrireikari, sum eggjar býarpørtunum at heppa, tá rennararnir renna framvið teirra øki.
Heitt verður á fólk um at fylgja við, nú lýst verður um nær og hvar, kappingarnar eru, og nær og hvar vegirnir eru stongdir og hvussu bussarnir koyra. Meira kunning kemur á heimasíðuni www.torshavn.fo