Týsmorgunin kom Magnus Heinason inn, eftir at hava gjørt kanningar av sjónum kring Føroyar í eina viku.
Hendan túrin vóru hiti, salt, ljós og ymisk sløg av æti kannað í sjónum.
Eisini settu teir 8 streymmátarar út. Streymmátararnir skulu máta havstreymarnar á opnum havi kring Føroyar.
Tí standa teir á djúpum vatni , norðan fyri , eystan fyri og vestan fyri Føroyar.
Hesir mátarar skulu liggja úti í umleið eitt ár. Teir máta streymin tríggjar ferðir um tíman og goyma upplýsingarnar . Næsta summar verða teir so tiknir upp og upplýsingarnar lisnar úr mátarunum.
Hesar kanningar eru liður í fleirtjóða samstarvi hjá Havstovuni og verða eisini fyri ein part fíggjaðar úr Europeiska granskingargrunninum (FP7).
Les túrfrágreiðingina við at trýsta á linkin:
http://www.hav.fo/PDF/Turar/2012/FRAG1224.pdf