Atlantic Airways undirskrivað avtalu um næsta spildurnýggja Airbus 320neo

Atlantic Airways og amerikanska felagið, Air Lease,
hava í dag undirskrivað sáttmála um, at Atlantic Airways langtíðarleigar enn
eitt spildurnýtt Airbus A320neo flogfar. Føroyska flogfelagið yvirtekur nýggja
flogfarið á vári 2020. Fyrr í ár varð avtala gjørd við sama felag (sí mynd) um
leigu av spildurnýggjum Airbus 320neo, ið verður latin felagnum komandi vár.

Airbus A320neo flogførini, ið taka 174 ferðafólk, hava
lægri oljunýtslu og lægri
CO2
útlát enn verandi Airbus flogførini. Nýggju flogførini verða, eins og verandi
flogfør, útgjørd við framkomnu navigatiónstøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1,
ið seinastu árini hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagnum til og úr
Vágum.



Við nýggju A320neo flogførunum, og størri hotell
kapasiteti í Føroyum, er Atlantic Airways til reiðar at taka ímóti vaksandi
ferðavinnuni, samstundis sum beinleiðis ferðamøguleikar til og úr Føroyum
gerast fleiri og fjølbroyttari.



Atlantic Airways hevur í dag trý Airbus flogfør í
flotanum – eitt A320 og tvey A319. Av teimum eigur felagið A320 flogfarið og
eitt A319. Triðja flogfarið av slagnum A319 er langtíðarleigað, og tað verður
latið aftur í 2019, tá ið fyrsta Airbus A320neo flogfarið kemur í flotan.



Fyri góðum tveimum árum síðani keypti Atlantic Airways
A320 flogfarið, sum var bygt til føroyska flogfelagið, umframt tvær nýggjar
tyrlur av slagnum AW139. Tá flotin er dagførdur við nýggju Airbus A320neo
flogførunum, verður miðalaldurin á flogførunum einans hálvtriðja ár og
miðalaldurin á tyrlunum fýra ár.



Atlantic Airways hevur sum sítt fremsta mál at knýta
Føroyar at umheiminum til frama fyri føroyingar og føroyska samfelagið,
samstundis sum rutunetið eisini gevur útlendingum fleiri møguleikar at vitja
Føroyar.