Atlantic Airways skal veita Statoil flogtænastur

Føroyska flogfelagið vann útboðið um at veita tyrlutænastur í sambandi við oljuleitingina hjá Statoil-samtakinum í Føroyum seinni í ár. Atlantic skal eisini standa fyri flúgvingini við manningum millum Føroyar og Noreg. Roknað verður við, at leitingin varar í einar fýra til fimm mánaðir. Umsetningurin í flogtænastum er mettur til einar 20-25 milliónur krónur.


Atlantic Airways hevur leigað eina AW 139 tyrlu, sum skal brúkast til Statoilsáttmálan.


Tyrluna kennir manningin væl, tí hetta er sama tyrla, sum felagið seldi til týska felagið Wiking fyri einum ári síðani.


“Vit eru sera fegin um, at Statoil hevur valt føroyska flogfelagið at standa fyri flúgvingini. Vit hava áhaldandi ment okkara tænastu og førleikar, so vit kunnu veita oljuvinnuni eins og øðrum viðskiftafólki eina dygga tænastu, og ynskja annars Statoil bestu eydnu við oljuleitingini,” sigur Magni Arge, stjóri.


 Atlantic Airways hevur staðið fyri tyrluflúgving í Føroyum síðani 1994 og seinastu árini eisini veitt tænastur til oljuvinnuna í donskum, bretskum og hollendskum sjóøki.