Trygdin er sjálvsagt altíð í hásæti, flotin er nýggjur og starvsfólkini framúr dugnalig. Soleiðis ljóðar stutta lýsingin av føroyska flogfelagnum, sum hevur verið í støðugari menning í nógv ár, hóast korona framvegis er eitt haft um beinið, og sjálvt um formaðurin hjá flogskiparunum roynir at sáa iva um Atlantic Airways
Tað er neyðugt at minna á, at Atlantic Airways er eitt trygt, sterkt og álítandi flogfelag, nú formaðurin í Flogskiparafelagnum aftur hevur verið úti í almenna rúminum og sátt iva um føroyska flogfelagið – enntá eftir at vit hava sett fýra av hansara dugnaligu limum í starv. Og í næstum verða enn fleiri pilotar settir í starv hjá Atlantic Airways.
Atlantic Airways hevur ment føroyska flogvinnu, og flogfelagið hevur verið í støðugari menning, síðani vit í 2014 løgdu nýggjar ætlanir fyri felagið. Trygdin hevur sjálvsagt altíð fremstu raðfesting. Flogfør og tyrlur eru nýggj, tíðarhóskandi og sera væl útgjørd, og starvsfólkini eru framúr dugnalig. Hetta er stutta lýsingin av Atlantic Airways, nú vit nærkast ársenda 2021 við vón um, at flúgvingin kemur uppaftur betur fyri seg í 2022, hóast vit øll framvegis berjast ímóti koronu.
Millum nýggjastu flotar í Evropa
Atlantic Airways hevur ein av teimum nýggjastu flotunum í Evropa – bæði tá talan er um tyrlur og flogfør.
Nýggju tyrlurnar, sum eru av slagnum AW 139, eru serútgjørdar til bjarging og sjúkraflutning. Tað er helst ikki ov nógv sagt, at okkara tyrlur teljast millum tær bestu í Evropa, tá talan er um bjarging á sjógvi og landi. Harumframt eru tær sera væl hóskandi til ferðafólkaflutning millum oyggjarnar.
Tyrlumanningarnar eru serútbúnar at loysa avbjóðandi uppgávur. Tá vit liggja heitt og fjálgt og sova, lætta tyrlurnar av flogvøllinum í ódnarveðri at bjarga fólki heilt úti á sjómarkinum, í fjøllunum ella fyri at flyta sjúklingar á Landssjúkrahúsið. Hetta er við til at skapa álit og tryggleika í okkara veðurbarda oyggjalandi.
Somuleiðis hevur Atlantic Airways nýggj og væl útgjørd Airbus flogfør, sum eru lívlínan millum Føroyar og útheimin. Royndir og væl útbúnir flogskiparar føra okkum trygt millum lond, og eg giti, at allarflestu føroyingar gleðast um at seta seg væl til rættis í okkara nýggju flogførum í vissuni um, at kønar hendur halda stýripinninum.
Her er eisini vert at leggja aftrat, at RNP tøknifrøðin, sum Airbus menti í samstarvi við Atlantic Airways, hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar. Rutunetið er eisini nógv útbygt seinnu árini – m.a. ber til at flúgva beinleiðis úr Føroyum til heitar strendur.
Starvsfólkamenning
Atlantic Airways hevur altíð lagt dent á at menna starvsfólkahópin, eins og vit hava givið fríyrkisfólkum góðar starvsmøguleikar. Vit leggja dent á, at allir starvsbólkar hava hollar útbúgvingar og førleikar til at loysa sínar uppgávur – tað veri seg flogternur, flogmekanikarar, pilotar og starvsfólk, sum røkja umsitingarligar og praktiskar uppgávur.
Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at fyrr vóru útlendskir pilotar vanliga settir í fríyrkisstørv í summarhálvuni. Men síðani 2016 hevur Atlantic Airways hjálpt til samans 17 føroyskum pilotum, sum ikki vóru í føstum starvi, at verða góðkendir til at flúgva Airbus – t.e. sonevndar ”typuratingar”. Hesar góðkenningar við tilhoyrandi skeiðum hava eitt marknaðarvirði á 250.000 kr. fyri hvønn pilotin, ið harvið hevur møguleikan at flúgva hjá Atlantic Airways í háárstíð, og sum kann royna aðrar avbjóðingar úti í heimi, tá minni er at gera um okkara leiðir.
Atlantic Airways hevur ment pilotar, fyri eitt virði áljóðandi 4,2 milliónir krónur, ið kunnu brúka sínar góðkenningar at fáa starv aðrastaðni. Hetta er við øðrum orðum dømi um, at Atlantic Airways tekur virkið lut í at útbúgva føroyingar til flogvinnuna, sum er ein treyt fyri at menna føroyska flogvinnu.
Rikið á privatum grundarlag
Føroya land eigur øll partabrøvini í Atlantic Airways, men felagið verður kortini rikið sum eitt privat partafelag eftir somu lóggávu og treytum sum øll onnur partafeløg. Tað merkir, at stjórn og nevnd skulu alla tíðina reka felagið á handilsligum grundarlagi.
Tá landsstýrið í desember í fjør valdi at seta 100 milliónir krónur aftrat í felagið, so var tað eitt alneyðugt stig, ið eigarin noyddist at taka í kjalarvørrinum á koronu. Tað ber eisini til at siga, at landsstýrið læt flogfelagnum pengar aftur fyri partabrøv, ið Atlantic Airways í 2014 keypti aftur frá privatum eigarum, sum í nøkur ár høvdu átt ein triðing av partapeninginum, eftir at skjøtil var settur á eina privatisering av felagnum. Privatiseringin miseydnaðist, tí fleiri partabrøv vóru ongantíð sett til sølu.
Atlantic Airways var tískil hvørki fuglur ella fiskur á keypsskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík, sum í roynd og veru bundu felagið niður bæði í virkisføri og í krónum og oyrum. Fyri at loysa hesa naggatódnina keypti felagið sjálvt privatu partabrøvini aftur fyri 71 milliónir krónur. Henda loysnin var við til at seta ferð á menningina av flogfelagnum.
Menningin heldur fram
Tað er í lagi, at formaðurin í Flogskiparafelagnum er ósamdur, tá stjórn og nevnd leggja virksemið hjá Atlantic Airways til rættis.
Men eg góðtaki ikki, at sami maður, sum í nógv ár hevur verið í starvi hjá Atlantic Airways, sáar iva um trygdina, nú hann ikki longur er í starvi hjá flogfelagnum. Eg haldi, at tað er markleysur frekleiki, at hann ivast í teimum fýra pilotunum, sum fyri stuttum vóru settir í starv. Tað eru hóast alt hansara egnu limir og fyrrverandi starvsfelagar, sum hann sjálvur hevur flogið saman við, áðrenn korona tók seg upp.
Eg skal tí sláa rimmarfast, at trygdin í Atlantic Airways altíð hevur fremstu raðfesting – her fara vit ongantíð upp á kompromis. Um formaðurin hjá flogskiparunum skuldi havt fingið onkran at ivast í hesum, so ber til at spyrja Trafikstyrelsen í Danmark, um orsøk er at ivast í føroyska flogfelagnum. Atlantic Airways lýkur øll krøv, eins og allir pilotar hjá felagnum væl og virðiliga lúka øll krøv til prógv og kravdar flúgvitímar, umframt at allir pilotar eru vanir at flúgva í Føroyum. Harumframt hevur Atlantic Airways altjóða IOSA-góðkenningina, sum setir felagnum eyka krøv aftrat galdandi krøvum til loftferðslu í danska ríkinum og ES-londunum.
Hóast korona framvegis er eitt haft um beinið á bæði Atlantic Airways og nógum øðrum virksemi, so hava vit góðar vónir um, at flogvinnan veruliga fær fótin fyri seg aftur.
Vit taka við teimum avbjóðingum, sum eru fyri framman. Ábyrgdin liggur hjá stjórn og nevnd, og vit vilja sjálvandi hava so nógv flogfólk sum gjørligt til arbeiðis aftur – so skjótt sum gjørligt. Tað verða fyrst og fremst stjórn og nevnd, sum taka tær avgerðir, ið takast skulu, og vit samstarva sjálvandi við allar starvsbólkar sambært galdandi sáttmálum.
Menningin av Atlantic Airways og føroyskari flogvinnu heldur fram – antin tað verður við koronu ella eftir koronu.
Niels Mortensen, nevndarformaður
Atlantic Airways