Atlantic Airways byggir Hilton-hotell í Havn

Nýggja hotellið, sum Atlantic Airways fer at reka við Staravegin í Havn,
verður eitt Hilton Garden Inn hotell, og stjóri á Hilton í Føroyum verður
Martin Restorff
 



Hilton Garden Inn Faroe Islands verður navnið á nýggja fýra stjørnu
hotellinum, sum Atlantic Airways fer at reka við Staravegin í Havn. Hotellið
verður sostatt partur av heimsumfatandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur
100 milliónir fólk í sínum kundanetverki, og sum kann draga kundar til Føroyar
úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk.

Stjóri á nýggja hotellinum
verður Martin Restorff, sum hevur drúgvar royndir frá hotell-virksemi bæði í
Føroyum og uttanlands.

- Hilton-navnið gevur okkum atgongd
til ein umfatandi og spennandi kundaskara, sum vit kunnu selja til alt árið.
Føroyar verða við hesum settar á Hilton-heimskortið og saman við tí
marknaðarføring, sum longu er og ver
ður gjørd á ferðavinnuøkinum,
er hetta ein framúr góður grundvøllur undir nýggja hotellinum, sigur Martin
Restorff, sum í næstum setur seg í stjórasessin á Hilton Garden Inn Faroe
Islands.



Hilton-hotellið



Hilton Garden Inn er tann parturin av Hilton-ketuni, ið hóskar seg sera væl
til ferðafólk, sum í stóran mun vilja hava virknar frítíðarferðir við
náttúruupplivingum. Harumframt hóskar hotellið avbera væl til vinnuferðavinnu
økið.

130 stór kømur verða á Hilton
Garden Inn Faroe Islands, og tænastur og umstøður liva upp til høga støði hjá
altjóða Hilton hotellketuni.

- Vit skulu áhaldandi stremba
eftir at geva kundanum tað besta av tí besta, tá talan er um tænastustigið,
sigur Martin Restorff.



Hilton Garden Inn Faroe Islands
verður byggilistarliga lagað eftir umhvørvinum, og tað verður bygt sambært
øllum nútíðar byggireglum og orkukrøvum. Hotellið hevur við sær nýggj
arbeiðspláss, og talan verður um eitt snøgt og tíðarhóskandi hotell.



Restorff-stjórin



Stjórin á Hilton Garden
Inn Faroe Islands hevur fingist við hotell- og tænastuvirksemi, síðani hann
dugdi at ganga. Sigast kann, at Martin Restorff hevur hotell-virksemi í
blóðinum. Hann er triðja ættarlið av teimum, sum í síni tíð stovnaðu og róku
Hotell Hafnia við Áarvegin í Havn.

-
Tú kanst siga, at eg eri vaksin upp á Hafnia, har eg gekk í fótasporunum hjá
pápa, pápabeiggja og abba mínum – Johan, MC og Christian-abba. Eg tori at siga,
at vit settu altíð kundan í miðdepilin, og hetta ætli eg mær at grunda mítt
nýggja starv á, sigur Martin Restorff.

Umframt
royndirnar frá hotell-virksemi í Føroyum bæði innan mat, vín og tænastur, hevur
Martin Restorff eisini royndir uttanlands frá Radisson SAS Royal í
Keypmannahavn. Harumframt hevur hann eitt stórt netverk innan hotell-vinnuna
uttanlands.

Seinastu
10 árini hevur Martin Restorff starvast í Eik Banka og Betri-samstakinum, har
hann hevur havt leiðandi starv innan tænastuøkið.



Vinaliga



Hilton Garden Inn Faroe
Islands