Atgongumerkjasølan til Klimaks 2013 byrjað

Hósdagin byrjaði atgongumerkjasølan til Klimaks 2013.


Stóra tónleikatiltakið verður í døgunum 24. og 25. mai og verður í Klaksvík. Á skránni verða bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar og hóast skráin ikki er liðug enn, er longu greitt, at tvey av teimum, sum fara at framføra í Klaksvík hesar dagarnar tíðliga í summar, eru Cascada, sum er við á Eurovision Song Contest og Dan Stone, sum er ein av teimum stórstu í heiminum innan sokallaðan trance tónleik.


Atgongumerkini kosta 400,- fram til 1. mai, tá prísurin fer uppá 500,-.


Atgongumerkini kunnu keypast í bilstøðini Auto í Tórshavn og í matstovuni á Fornagørðum í Klaksvík."


Vóna at fleiri leita sær norð at hugna sær.


Klimaks 2013