At standa saman

Í samband við Nýggjárshaldið á kaiøkinum, sum Tofta Ítróttarfelag og Nes kommuna skipaðu fyri Gamlaárskvøld, helt Haldor Gaardbo røðu fyri bygdafólkinum, sum vit endurgeva her.


Nýggjársrøða 2011.


Góðu bygdafólk, góðu áhoyrarar. Tað er mær ein stórur heiður, at hava fyngið liti uppí hendur at halda hesa fyrstu nýggjársrøðu, her á hesum snotuliga kajøki á Toftum , hetta gamlaárskvøld 2011, sum fyrireikarnir av hesum kvøldi hava lagt fyri dagin, tað vil siga, Nes Kommuna saman við Tofta Ítróttarfelag, og vil eg takka teimum hjartaliga fyri tað. Sum eg havi skilt, so er ætlanin at hettar skal verða eitt afturvendandi tiltak komandi árðini.


Evnini eru óiva nógv ein kann taka fram eitt sovorði kvøld, og her havi eg valt evni “At standa saman” sum eg haldi, fólkið her í kommununi kann taka til sín í ríkiligan mun.


At standa saman um eitt og annað, er so ómetaliga stórt, ja óiva nógv størri enn man hugsar um í tí dagliga lívinum, sum tildømis, samanhald ímillum mann og konu, systkin, systrar, brøður, og sum vit hava uppliva nú um Jólahátíðina hvar vit hava verði saman við familju vinum og kenningum og ikki minst sum nábúgvar og bygdafólk, at taka tøk saman, sum ofta verður tiki til.


Fara vit so at hyggja eftir, hvat fólki í bygdunum í Nes Kommunu, t.v.s. á Nesi, á Toftum og í Saltnesi hava staði saman um, ja so havi eg ofta hugsað um, hvat ein uttanfyri standandi heldur, tá tað síggjast tøk verða tikin her í bygdunum, eitt fyri og anna eftir, hvar bygdafólki ð tekur seg saman, fer til verka og útinnur megnar verk, okkara bygdum og okkara fólki, til miklan heiður.


Tað sum eg hugsi um, eru stórverk sum til dømis, Svangaskarð har vit ídag hava eitt av bestu íttróttaranleggum í landinum, B68 sum vit øll eru góð við, við øllum sínum aktivitetum, bæði fyri ung og eldri, gentir og dreingir. Hvar altjóða fótbóltsdystir verða leiktir, og hvar møguleikar eru til fríðítrótt. Har verða hildnir íttróttardagar og barnadagar hvar barnagarðar við hundratals børnum úr stórum parti av landinum savnast, so har koma árliga fleiri túsund fólk, og eisini úr útlondum við. Hugsi tykkum øll tey vinarbond har verða knýtt , og har koma vit aftur til tað samanhald, sum í ítróttinum verður víst, alt hettar tí bygdarfólki stóð saman. Maður og kvinna fóru til verka løgdu ein hóp av óløntari arbeiðsmegi í tað sum vit við stoltleika í dag rópa “SVANGASKARÐ ” alt hettar er við til at seta Toftir á Føroyakortið, sum ein bygd við sonnum eldsálum íttróttini til frama, og bygdafólkinum til heiðurs.


Eisini hava okkara komunalu mynduleikar sæð Svangaskarð sum eitt áhugavert øki til barnaansing, tá teir fyrst ognaðu sær tað gamla B68 húsið til barnagarð, fyri síðan at lata nýggjan barnagarð byggja, sum var tikin alment í nýtslu fyri fyri góðum mánaða síðan, eitt vælaverk ið bygdin kann verða stolt av, og ikki at forgloyma økið har rundan um, sum er ein sonn perla til barnaansing ,við øllum teimun møguleikum har finnast og tí umhvørvi har umkring. Her hugsið eg serstakliga um hagan og tað vøkru náttúru oman yvir Toftavatn, har vit enn einaferð kunnu nýta hugtaki at standa saman, tí har hava vit fyngið eina gøtu oman til vatni, og sum ætlandi verður víðka til at røkka runt um alt Toftavatn, har flest av okkum nok hava gingið tann túrin, og vita hvussu avbera vakurt har er, eitt framúr gott hugskot, har Nes Kommuna og Runavíkar kommuna standa saman, um hettar fyri okkum borgarar, eitt satt eldorado av eini náttúruuppliving, og ikki minst fyri allar teir útlendingar í velja at leggja leiðina hendanvegin um sumrarnar.


Onnur megnartøk sum kunnu nevnast at verða tikin her í kommununi eru til dømis , tá Fríðrikskirkjan, Missiónshúsið Tabor og húsið hjá Brøðrasamkomuni Nebo, blivu bygd, aftur her tóku fólk seg saman, og innanfyri nøkur fá ár, komu hesir snotuligu bygningar til sín rætt, bygdini til heiðurs og okkum borgarum til stóra gleði, har skipa verður fyri nógvum tiltøkum bæði fyri ung og gomul.


Eisini teimun gomlu, er tikið hond um, har kommuna hevur bygt eldrasambýlið Vesturskin, sum umframt at verða eitt heim fyri okkara gomlu, eisini verður nýtt til arðar aktivitetir, eitt nú koma tey eldru saman har nakrar dagar í vikuni, til hugnaliga samveru.


Eisini haldi eg, at kommunalu mynduleikarnir á staðnum, saman við einum sunnum og fjøltáttaðum vinnulívi her í bygdunum hava verði sera dugnalig, og síggja vit best alt tað sum gjørt er fram við sjóðarmálanum og tey nógvu virkini av ymiskum slag, og skip og bátar íð eru heimahoyrandi her í bygdunum. Tað munnu verða fáar havnir í Føroyum, hvar tað koma og fara so nógv skip, sum tað gerð her á Toftum . Her sum vit í kvøld standa, hevur kommunan fyngið virðisløn fyri best røkta havnarlag á Føroyalandi 2010 tað sigur ikki so lítið. Tað er ikki bara vinnulívið her á staðnum, sum búðleikast her, men rammurnar eru so mikið áhugaverdar, at tað eru fleiri fyritøkur arðastaðni frá, sum hava sæð hettar sum eitt áhugavert og framkomi øki, sum tær síðan hava valt at leggja sítt virksemi á, og hava bygt bæði stórar og snotuligar bygningar, sum síðan eru við til at geva fólki her á staðnum og arðastaðni frá, kærkomi arbeiði, tá hugsað verður um tað stóra arbeiðsloysið ið er kring landi.


Ikki kann sigast annað enn, at vit her í Nes Kkommunu eru rættuliga væl fyri, hvat frítíðar aktivitetum annars viðvðikur, vit hava fyngið ein nýggjan og vælútgjørdan skúla, sum umframt vanliga skúlagongd, og kvøldskulaundirvísing av ymiskum slag, eisini hýsur ørðum aktivitetum , sum flogbóltsfelagnum Ternan, borðtennisfelagnum Nýkur og svimjifelagnum Flot, øll feløg, sum gerða seg meira og minni galdandi, í innlendis kappingum. Eisini kunnu vit gleðast yvir tað nýggja ungdómshúsið , sum heldur til í gamla Føroya Banka, har ungdómur okkara kan samlast til eitthvørt teimun at gagni.


Nú heldur onkur kanska at eg eri í so lokalur, men tað taki eg mær ikki av, tí eg haldi at vit her í kommununi, ofta verða hildin at verða sera lokal og Toftalig, sum ofta verður tiki til, men dugi eg ikki at síggja at tað er nakað minus hvørki fyri okkara bygdir ei heldur fyri okkum sum borgarar ið her búgva, tvørtur ímóti, vit eru stolt av øllum tí íð her verður lagt fyri dagin, men eru sanniliga eisini opin fyri tí ið rørist uttanum okkum. Eina mest kan man síggja alla tað uppmøting og stuðul, sum eitthvørt tiltak ið fyriskipað verður her í kommununi farð, hugsið her um tey bingo og basarar,til frama fyri eitthvørt sum kemur okkum borgarum tilgóðar, og so ikki at gloyma tann árliga Bátafestivalin, sum aftaná seks ár, er vorin ein av teimun heilt stóru av sínum slag í landinum, takka verði tí megnar stuðli frá kommunu og bygdarfólki.


Nú til seinast fari eg at koma við einum hjartasuffi og tað er tá eg hoyri um allar tær bøkur og bygdasøgur íð verða skrivaðar um ymiskar bygdir kring landið, alt gott um tað, men tað er ein sum enn manglar, og er tað søgan um bygdirnar í Nes Kommunu, sum eg haldið vit áttu at gjørt nakað við, søguskrivarar eiga vit nógvar av, so her er bara at koma í gongd, vóni at onkur tekur hettar æt sær, tilfarð er nokk av.


Men tað eru eisini tey, her í kommununi og í nærumhvørvinum , hvar 2011 kemur at standa sum tað árði hvar sorg og máttloysið, setti síni djúpu spor, í tykkara gerðandisdag, tit hava mist ein av tykkara sum tit vóru góð við, og sum var góð /góður við tykkum , ein missur sum eingin kann seta seg inn í, uttan tey sum fyngu hesa sorg at bera. Sjálvt um orð eru fátøk, loyvi eg mær at siga vegna okkum øll íð her eru samlaði, at vit drypa høvður og hava tykkum við í okkara tonkum, nú vit fara inn í nýggja árið 2012, við ynskjum um alt tað besta og harrans signing fyri tykkum og tykkara.


Við hesum fari eg at takka tykkum fyri at tit lyddu á, og ynskja øllum eitt av harranum signað nýttár og takk fyri árið sum brátt er komi at enda, við vón um eitt gott komandi ár fyri okkum øll.


Takk fyri