Hetta er tann altavgerandi politiski spurningurin.
Í gomlum døgum var vanligt at fólk hildu fast við tey innaru og fundamentalu virðini, sjálvt um tað til tíðir kundi vera strævi, og tað kostaði nógv.
Slík fólk finnast - Guð ske lov - enn og eru sum oftast fyrimyndarlig og annars gull verd.
Men við tíðini eru tey grundleggjandi menniskjansligu virðini vald frá til fyrimuns fyri egináhugamál, ið snúgva seg um persónliga fyrimunir, pening og makt, og í hesum sambandi eru m.a. politisku hugsjónirnar vorðnar søluvøra.
Ikki eru mong ár síðani, at ein maður var ein maður, ein kona var ein kona, og eitt orð var eitt orð. Svíkjarin var illa lýddur. Varð kallaður Judas ella kanska Quisling. Í dag verður hann kallaður smartur. Hann dugur væl, kann bæði snýta hin einkulta og samfelagið. Tríggjar stjørnur. Ikki satt? Tann reini politikkurin verður lagdur fram fyri hvørt val, og tann skitni falski og egocentreraði verður so førdur millum valini.
Veljararnir áttu at kravt reinar linjur bæði fyri og eftir valið. Og søla av hugsjónum millum valini átti at viðført eksklusiónir.
Um nakar vil føra egnan politik, so má hann eisini eiga egnan flokk, tí sologonga forstýrar politiska stevið, og solistarnir leggja ofta politisku kósina eftir teirra egnu heimagjørdu hugsjónum. At t.d. velja javnaðarflokkin og fáa fólkaflokspolitik kann vera herskin bitið og hevur kanska onkuntíð verið tað. Tílíkt átti at verið strafbart á sama hátt, sum tá sølumaður selur vøru við falskari vørulýsing.
Men enn má veljarin liva við at verða misnýttur og takka fyri.
Dagfinnur Danbjørg.