At fáa sveittan fram

-Firouz Gaini hugleiðir um ítrótt:


Sambært kanningini ‘Ungfólk 2012’, sum umfataði 540 føroysk ung (276 gentur og 264 dreingir) fødd í 1996 (fimm prosent vóru tó eitt ár eldri ella yngri), hevur ítrótturin ein serligan leiklut í ungdómslívinum hjá teimum flestu. Men hvat vita vit í grundini um tey ungu í Føroyum? Hvussu vilja tey sjálvi lýsa tilveruna og heilsuna? Og hvat kunnu vit brúka kanningarúrslitini til? Latið okkum hyggja eitt sindur nærri at nøkrum av úrslitunum úr ‘Ungfólk 2012’ (sum er eitt slóðbrótandi føroyskt-íslendskt granskingarsamstarv).


Trupult er við vissu at siga, hvussu nógv av ítróttarvirkseminum hjá ungdóminum er ‘óskipað’ og sostatt uttan fastar karmar – venjingartíðir, dystarskrá, limagjald, venjara, osfr. Tað kann sjálvandi vera trupult at ‘talfesta’ tíðina, ein brúkar til tað óskipaða virksemið, júst orsakað av teimum væntandi formligu karmunum. Í ‘Ungfólk 2012’ spurnakanningini stendur hesin spurningurin: ‘Hvussu ofta ert tú til ítrótt ella venjingar, sum hvørki hava við skúla ella ítróttafelag at gera?’ Og her svarar helvtin av ungdóminum ‘næstan ongantíð’. Ein fjóðringur sigur seg venja ein til tvær ferðir um vikuna í miðal. Sjey prosent av teimum ungu siga seg venja fýra til seks ferðir um vikuna, meðan ‘einans’ sjey prosent eru til ítrótt ella venjing hvønn einasta dag.


Helst meira áhugavert er at fáa at vita, hvussu ofta tey ungu dríva so nógv á likamliga at tey veruliga møðast og fara at sveitta. At ‘fáa sveittan fram’ er meira enn myndamál fyri megnararbeiði. Veruligt sveittabrot er týðandi partur av venjingini, tí tað inniber, at likamið styrkist og mennist. Tað kann sjálvandi innibera eina pínu, men tað gevur nakað annað enn likamliga venjingin, sum, so at siga, letur likamið hvíla. Einans ein fimtingur av teimum ungu sigur seg næstan ongantíð dríva so nógv á likamliga at tey veruliga møðast ella sveitta. 15 og 11 prosent siga seg fáa sveittan fram ávikavist eina og tvær ferðir um vikuna. Næstan ein fimtingur fær sveittan fram fýra til seks ferðir um vikuna, meðan tann virknasti bólkurin – sum umboðar 16 prosent – sveittar og møðist hvønn dag í vikuni.


Latið okkum nú hyggja nærri at venjingartíttleikanum hjá teimum, sum ganga til ítrótt í ítróttarfelagi. Tað vísir seg at tey ungu, sum eru knýtt at formligum ítróttarfelagi venja rættiliga nógv, og sostatt, at munurin á teimum og øðrum ungdómi, sum ikki gongur til ítrótt í ítróttarfelagi, er lutfalsliga stórur. Hetta kann vera ein ábending um, at tann skipaði ítrótturin í Føroyum gerst meira ‘álvarsamur’ og professionelt stýrdur, og harvið kanska eisini meira óatkomiligan hjá teimum, sum standa heilt ‘uttanfyri’ umhvørvið.


Ein fimtingur av teimum spurdu sigur seg venja í minsta lagi seks (!) ferðir um vikuna. Viðmerkjast skal tó, at talan kann vera um fleiri ymiskar ítróttargreinir – til dømis kann ein ávísur persónur ganga til fótbólt og flogbólt, ella handbólt og fimleik. Ein triðingur venur fýra til fimm ferðir um vikuna. 38 prosent siga seg venja tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Við øðrum orðum, so vilja tey, sum er partur av formligum ítróttarfelag í sera stóran mun íðka meira enn eina ítróttargrein.


Hjá nógvum ungdómum er ítrótturin ein lívsstílur, sum knýtir venjing og spæl, kapping og sosial netverk, saman í størri eind. Tað merkir so, at valið millum ymsar ítróttargreinir hevur nokkso lítið at siga, meðan valið millum ítrótt ella annað frítíðarvirksemi ofta hevur stóran týdning. Ítrótturin verður sostatt ein felagsskapur, sum kann hava týdning fyri tann sosiala og mentanarliga samleikan hjá hinum einstaka.