At broyta hjúnarlagið er at bjóða skaparanum av

Røðan, sum Jenis av Rana helt í løgtinginum.


Harra formaður.


Talan er um heili trý uppskot, sum okur hava til viðgerðar í dag, men kókað niður í eitt, so snýr tað seg um at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at tveir menn, ella tvær kvinnur, skulu kunna giftast hvør øðrum.


Hesum tekur Miðflokkurin ikki undir við. Og hesum fer Miðflokkurin ongantíð at taka undir við.** Við formansins loyvi fari je at lesa fyrstu grund-leggjandi orðini úr stevnuskrá Miðfloksins. Tey ljóða soleiðis:


Miðflokkurin ásannar, at:


…lívið er givið av Gudi


…hvør einstakur er evnaður í mynd Skaparans


…ein miðvís ætlan er við jarðarlívi menniskjans


…og bert í samfelagi við Skaparan kann lívið eydnast til fulnar.** Víðari lesa okur úr stevnuskrá Miðfloksins:


 ” Miðflokkurin byggir sín politikk á meginreglur Bíbliunnar, setir Gud og Skaparan í hásætið og leitar sær hjálp og ráð frá Honum ”.....


Sum tú hoyrir, so er umráðandi fyri Miðflokkin, at tær avgerðir okur taka, eru samsvarandi ráðgeving Guds, og hjá Honum er ongin ivi- aftur og aftur mælir hann frá, at maður livir saman við manni ella at kvinna livir saman við kvinnu, soleiðis sum hjún liva saman! Hann mælir frá, og ráðgeving Hansara er greið: lat vera, ikki gera so, tað kemur tykkum aftur um brekku! Hann ávarðar ferð eftir ferð ímóti, og vísir á sorgarleikir, sum raktu, tá menniskju ikki fylgdu ráðum Hansara.


Hvørji eru vit, harra formaður, um vit lata sum einki um hesar ávarðingar og hesa greiðu ráðgeving, sum hann, sum hevur skapt Himmal og jørð, mann og kvinnu og sum heldur øllum á lívi, gevur okun?


Harra formaður,


tað er ikki av tilvild, at tað í øldir hevur verið óhugsandi fyri tjóðir og stjórnir, at geva tveimum av sama kyni loyvi at giftast hvør øðrum!


tað er ikki av tilvild, at ST í barnakonventión sínari leggur dent á, at barnið hevur rætt til ein uppvøkstur saman við bæði mammu og pápa!


og tað er ikki av tilvild, harra formaður, at serkøn innan uppæling leggja dent á týdningin av, at bæði kynini eru um børnini í vøggu-stovum, barnagørðum og skúlum okkara!


tað er ikki av tilvild, harra formaður, at hagtøl eftir hagtøl, úr landi eftir landi, vísa at lívsgóðska teirra, sum velja at liva eitt lív sum praktiserandi homosexuell, er markant vánaligari enn annara!


tað er ikki av tilvild, at einans 14 av heimsins 204 sjálvstøðugum tjóðum hava loyvt tveimum av sama kyni at giftast hvør øðrum!


og tað er ikki av tilvild, at Føroyar eru í bólki saman við 188 øðrum tjóðum, sum siga nei til at loyva monnum at giftast monnum og kvinnum at giftast kvinnum!


tað er ikki av tilvild, harra formaður, at tann nògv, nógv kendasti gudfrøðingurin søgan veit um at siga, Paulus, ávarðar móti, at tvey av sama kyni liva saman soleiðis sum maður og kvinna gera?


tað er ikki av tilvild, harra formaður, at bæði katólska og ortodoksa kirkjan meta hjúnalagið millum mann og kvinnu so gudgivið og heilagt, at tey samanbera tað við sakramentini?


tað er ikki av tilvild, at bæði jødatrúgv og islam, sum vanliga standa so fjart frá hvør øðrum, eru samd viðvíkjandi hesum spurninginum. Samd um, at hjúnalagið er Gudgivið og tí ikki kann vera millum tvey av sama kyni?


Og tað er ikki av tilvild, at hagtøl eftir hagtøl úr mongum ymiskum londum, Noregi, Bretlandi, Frankaríki, USA, Svøríki, tala sama mál, og vísa, at tal teirra, sum halda seg vera homosexuell, einans liggur millum 0,4 til 1,4 %.


Harra formaður, tað er ikki av tilvild, at heimsins fremstu innan løgfrøði, dómarar úr øllum heiminum, ið starvast við europadómstólin í Strasbourg, blankt avvísa, at tað er ein mannarættur at tvey av sama kyni kunnu giftast?


og tað er ikki av tilvild, harra formaður, at ST, í mannarættindarkonventión sínari, ikki metir tað, at tvey av sama kyni liva saman sum maður og kvinna, at vera mannarættindi.


tað er ikki av tilvild, at einans 9 av 44 europeiskum londum loyva tveimum av sama kyni at giftast? Tvs., at vit eru í bólki saman við 35 europeiskum londum, sum ikki loyva hesum.


og tað er ikki av tilvild, harra formaður, at Skaparin einans gav tveimum av hvør sínum kyni møguleika at skapa børn


Og vit kundu hildið á vit líknandi dømum, men tíðin loyvir tí ikki.


Harra formaður: onki av hesum, eg havi nevnt í dag, er av tilvild, men er ein fylgja av tí veruleika, sum Paulus so beinrakið vísir á í rómverjabrævinum, har hann skýrir tað, at maður livir við manni og kvinna við kvinnu, at vera beinleiðis móti náttúruni.


Onki, harra formaður, onki sum er skapt, er skapt tilvildarligt! Alt, frá minstu kykt til menniskjuna sjálva, er skapt við einum miðvísum endamáli, og bert eitt lív, sum verður livað samsvarandi hesum ætlanum Skaparans, eydnast til fulnar. ** Loyv mær, harra formaður, at endurgeva úr Bíbliuni:


..... so skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey, og Gud signaði tey. Gud segði við tey: "Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!" ( 1. bók Mósesar kap.1, ørindi 27 og 28. ).


Og Jesus endurgevur í matt. 19. 5 úr skapanarsøguni, tá Hann sigur:


... " Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!"


Tað var Gud, sum skapti og grundfesti hjúnalagið til at verða millum mann og kvinnu. Hann grundfesti hesa eindina sum eitt trygt støði fyri komandi ættarlið og fyri einstøku tjóðina. Har verða børnini fødd og ment, og fáa ta trygdina, sum er og verður grundarstøðið, eisini undir okkara góða samfelagi Føroyar! ** Einhvør, persónur, eitthvørt stýri, politiskt ella ikki, sum roynir at broyta hetta, bjóðar Skaparanum av. Og tað er ikki skilagott.


Alt veldst, harra formaður, um hvat Gud sigur um hjúnalagið, ikki hvat stjórnir, politikarar, felagsskapir ella hvør tað enn man verða, siga, meina ella ynskja!


Samanumtikið: so mælir Miðflokkurin frá hesum uppskotinum, grundað á tær ávarðingar og tey ráð, sum Skaparin greitt gevur viðvíkjandi samlívinum millum mann og kvinnu!