Asfaltering og ábøtur á landsvegnum

VIÐLÍKAHALD: Sum avleiðing av manglandi viðlíkahaldi – í summum førum yvir fleiri áratíggju – eru nakrir vegateinar í landinum illa slitnir. Tørvur er tí á nógvum ábótum kring landið. Elduvíkarvegurin, Kunoyarvegurin og Syðradalsvegurin, sum nú verða asfalteraðir, eru dømir um niðurslitnar vegir. Av øðrum ábótum kring landið kunnu nevnast gerð av nýggjum møtiplássum á Funningsfjarðarvegnum og endurreising av bilverju í Fugloy. 

Seinastu árini er bert endurasfalterað upp til 5 kilometrar av vegi árliga kring landið. Við hesi gongd tekur tað umleið 100 ár at koma runt at asfaltera alt vegakervið. Fyri at vinna á verandi eftirsleipi yvir eitt tíðarskeið á til dømis 10 ár, skulu í minsta lagi asfalterast 50 kilometrar um árið, sum svara til eina árliga játtan á umleið 50 mió. krónur. Landsverk asfalterar í dag fyri 3-5 mió. krónur árliga.

Asfaltið á Kunoyarvegnum, Elduvíkarvegnum og Syðradalsvegnum er gamalt og niðurslitið. 

Kunoyarvegurin var asfalteraður í 1988, og meginparturin av Elduvíkarvegnum er ikki asfalteraður síðani 1977. Í ár verða hesir vegir endurasfalteraðir. Talan er fyrst og fremst um at bøta  vegirnar, og síðani asfaltera oman yvir við sprændum asfalti.

Sprænt asfalt var nógv brúkt fyrr, og er væl egnað til vegir við minni ferðslu. Tá ræður um Kunoyarvegin, verður allur vegateinurin asfalteraður við spræniasfalti, meginparturin av Elduvíkarvegnum fær somuleiðis nýtt spræniasfalt, meðan partar av Syðrardalsvegnum verða asfalteraðir av nýggjum við heitum asfalti. Orsøkin er, at hesin teinurin er so illa farin, at spræniasfalt ikki kann brúkast har. Øll asfaltarbeiðini verða gjørd nú í summar.

Landsverk er somuleiðis farið undir at gera møtipláss við Funningsfjarðarvegin. Talan er um teinin frá frákoyringini Millum Fjarða til bygdina í Funningsfirði, har vegurin í støðum er ov smalur hjá bilum at møtast. Hetta er fyrsta stigið í arbeiðinum  at dagføra Funningsfjarðarvegin. Í ár eru 2,5 mió. krónur settar av til hetta arbeiðið. Seinni í ár verða umleið 400 metrar av vegateininum breiðkaðir.

Í Fugloy hevur Landsverk eisini umvælt bilverjuna oman móti bygdini á Kirkju. Bilverjan varð tikin av vindi í vetur, men er nú endurreist.  

Fakta um asfaltering við spræniasfalti
Fyrsta stigið í viðgerðini er, at vegateinurin verður sópaður, eftir at sporslit møguliga er fresað burtur. Samstundis skal ein tillaging og aðrar smærri umvælingar møguliga gerast. Tá ið undirstøðið er lagi, verður eitt lag av bitumen sprænt á vegin. Bitumen er innfluttur oljuúrdráttur, sum vanliga verður nýtt sum asfaltbindievni. Eftir hetta verður skervur lagdur á og skynsamt trumlaður við vibratiónstrumlu á gummihjólum – ein framferðarháttur, sum tryggjar, at allur skervurin verður festur til bindievnið. Slitstyrkin er stór, og omanávatn verður forðað í at seta niður í áleggingina, og harvið økist styrkin og støðufestið í teimum berandi løgunum.