Ársins Virki og Vinnuátakið eru afturvendandi á Vinnudegnum, og stórur spenningur er altíð um, hvør vinnur heiðurin hesaferð.
Endamálið við at velja Ársins Virki og Vinnuátakið er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgaranum.
Heiðurin sum Ársins Virki verður latin virki ella fyritøku, sum hevur verið støðug ella vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarlig úrslit seinastu árini. Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vøru- og tænastumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava elvt til menning og vøkstur.
Vinnuátakið hevur áður itið Ársins Átak, men í sambandi við seinasta Vinnudag ynskti Føroya Arbeiðsgevarafelag at leggja serligan dent á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd, og tí er eisini heitið á heiðrinum broytt. Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Í 2019 fingu P/f Poul Michelsen og FÖRKA heiðurin sum ávikavist Ársins Virki og Vinnuátakið.
Í dómsnevndini at velja Ársins Virki og Vinnuátakið sita:
Árni Ellefsen, BankNordik
Jean Djurhuus, Betri Banki
Chik Collins, Fróðskaparsetur Føroya
Herálvur Joensen, Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Marita Rasmussen, Vinnuhúsið
Gunnar Mohr, P/f Poul Michelsen (Ársins Virki 2019)
Ársins Virki | Ársins Átak | |
2000 | Havsbrún | ikki valt |
2001 | Tórshavnar Skipasmiðja | North Atlantic Fish Fair |
2002 | Vónin | Teitur Lassen |
2003 | Vaðhorn | Formula.fo, Total View |
2004 | Reyni Service | Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord |
2005 | Faroe Marine Products | Fariga Seafood |
2006 | Thor | Vinnuvitan |
2007 | Eik Banki | ikki valt |
2008 | ArtiCon | Decision3 |
2009 | Bakkafrost | Tórshavnar Matfestivalur |
2010 | Tavan | Vilt í Suðuroy |
2011 | Vónin | Jákup Zachariassen |
2012 | Luna | Varðin Pelagic |
2013 | Vest Pack | KOKS |
2014 | Skansi Offshore | MEST & PAM OFFSHORE SERVICE |
2015 | Bakkafrost | Defined Energy |
2016 | KJ Hydraulik | Sheep View |
2017 | Smyril Line | hiking.fo |
2018 | Articon | FabLab |
2019 | Poul Michelsen P/F | FÖRKA |
2020 | ikki valt | ikki valt |