Ársins Álitismaður 2017

Matrikulmaðurin Jón. B. Niclassen er Ársins Álitismaður í Starvsmannafelagnum 2017. Hetta var greitt, tá ið felagið hevði ársaðalfund í Smæruni seinasta leygardag.
 
Tað vóru starvsfelagarnir hjá Jón, sum innstillaðu hann til heiðurin. Í grundgevingini fyri at velja hann sum Ársins Álitismann stendur:
 
Jón hevur í virki sínum sum álitisfólk, samvitskufult og ábyrgarfult røkt starvið og talað søk starvsfólkanna. Hann hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hann hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini.
 
Jón B. Niclassen starvast sum matrikulmaður á Umhvørvisstovuni, og við ársskiftið kundi hann hátíðarhalda sín 30 ára starvsdag. Tey fyrstu gott 20 árini á Matrikulstovuni og tey seinastu knapt 10 árini á Umhvørvisstovuni.
 
Gjøgnum drúgvu starvstíð sína hevur Jón B. Niclassen ment seg til at verða ein tann fremsti serfrøðingurin innan matrikulera umsiting í Føroyum. Í løtini hevur Jón ábyrgdina av matrikulerum málum í Tórshavn og í Suðuroynni, eins og hann virkar sum serfrøðingur í málum um sundurbýti í eigaraíbúðir.
 
Starvsmannafelagið ynskir Jón B. Niclassen hjartaliga tillukku við heiðurinum og bestu ynskir við starvinum sum álitismaður.