Árshald til báðar tunnlarnar

Frá 1. juli verður møguligt at fáa árshald í báðum tunlunum fyri kr. 1.400,- um mánaðin.


Tænastan viðvíkjandi árshaldunum, hevur verið galdandi síðan 2005 í Vágatunlinum, og í Norðoyatunlinum síðan hann lat upp í 2006. Tey fyrstu árini var kostnaðurin kr. 1.000 um mánaðin. Síðan 2007 hevur kostnaðurin verið kr. 900 um mánaðin.


Tunnilsfeløgini hava nú gjørt av, at frá 1.juli skal møguleiki vera at fáa størri avsláttur, um árshald verður teknað í báðum tunlum. Prísurin, um árshald verður teknað í báðum tunlunum, verður kr. 1.400,- um mánaðin, ein sparing á kr. 400,- í mun til prísin ídag. Hetta er tó treytað av, at tað er sama nummarpláta sum stendur fyri báðum haldunum.


Ætlanin við hesi broyting er, at ganga ynskjum á møti frá teimum, sum ofta hava brúk fyri at gera nýtslu av báðum tunlunum.


Av tí at talan er um tvey feløg – P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin – er neyðugt , at tekna eitt árshald í hvørjum tunli, men tó er bert neyðugt við einum kubba. Annars eru treytirnar tær somu, sum fyri hini árshaldini.