Ársfrágreiðingin hjá NCU 2012

Nordic Cancer Union hevur latið úr hondum ársfrágreiðing sína fyri 2012. Í løtuni hevur Krabbameinsfelagið formansskapin í NCU.


Í ársfrágreiðingini er frágreiðing um, hvør hevur fingið stuðul frá NCU til gransking innan krabbamein í 2012,umframt frágreiðing um, hvussu krabbameinsfeløgini í Danmark, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Føroyum eru skipað og hvørji mál feløgini hava nátt í 2012. Ársfrágreiðingin hjá Nordic Cancer Union kann lesast á her http://www.krabbamein.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2f%26Aring%3brsrapporten+2012.pdf


Á myndini síggjast umboð fyri øll tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini.