Ársfrágreiðing fyri altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp 2011

Ársfrágreiðingin fyri altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp 2011 lýsir menningarsamstarvspolitikk Føroya og tær einstøku verkætlanirnar, ið fingu menningarstuðul í 2011.


Føroyar lótu í fjør menningarstuðul til sjey verkætlanir í ávikavist Tansania, Gana, Nepal, Kambodja, Eysturtimor, og El Salvador. Stuðulin er latin verkætlanum, ið snúgva seg um heilsu og útbúgving, og at menna fiskivinnu møguleikar. Stuðul verður bert latin verkætlanum í londum, ið OECD skilmarkar sum menningarlond.


Stuðul varð millum annað latin til eina fiskivinnuverkætlan í Kambodja hjá felagsskapinum Voluntary Services Overseas (VSO). Endamálið við verkætlanini er at økja um inntøkumøguleikarnar hjá bygdafólki í ávísum útjaðaraøkjum í landinum. Kambodja er eitt av fátækastu londunum í Suðurasia. Áleið 35 prosent av íbúgvunum í landinum liva undir fátækramarkinum og livialdurin er millum teir lægstu har um leiðir. Pinkubarnadeyðin er høgur og stórur partur av børnunum í landinum fáa ikki nøktandi føðsluevni. Støðan er serliga trupul úti í bygdunum.


Føroyar stuðla somuleiðis eini trý ára verkætlan hjá Reyðakrossi Føroya í Kambodja. Talan er um eina heilsuverkætlan, ið hevur til endamáls at bøta um heilsustøðuna hjá upprunafólki í norðarlaga í Kambodja. Talan er um arbeiði í sjey bygdum, har áleið 3.700 fólk búgva. Verkætlanin fór av bakkastokki í 2009 og endar í summar. Partur av avtaluni við Reyðakross Føroya inniber, at Reyðikrossur sendir eitt umboð úr Føroyum at luttaka í verkætlanini sum ráðgevi. Annika Hoydal, ljósmóður, hevur í hesum sambandi verið send út sum ráðgevi í trimum umførum at fylgja gongdini, og at veita ráðgeving í sambandi við átøkini.


Triðja stóra verkætlanin, ið Føroyar stuðla, er ein undirvísingarverkætlan í Nepal. Endamálið við hesi verkætlan er at veita illa støddum børnum úr úrvaldum fátækøkjum grundleggjandi og nøktandi skúlagongd. Fráfallið í barnaskúlanum er stórt í Nepal og góðskan í undirvísingini er ivasom nógvastaðni. Útsettir bólkar sum Dalit børn, ið er ein lág samfelagsstætt, børn, ið bera brek og gentur hava lægri luttøku í skúlaskipanini og verri avrik. Hendan verkætlan skal tryggja, at hesi børn verða innskrivað í skúla, luttaka í undirvísingini og gjøgnumføra barnaskúla.


Til ber at lesa meira um verkætlanirnar í ársfrágreiðingini, ið kann takast niður her.


http://www.tinganes.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2ffragreidingar%2farsfragreiding+2011+final.pdf