Arnhold Olavsson Jensen nýggjur kommunulækni á Tvøroyri

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett Arnhold Olavsson Jensen , serlækna í almennum medisini, í fast starv sum kommunulækni á Tvøroyri.


Arnhold Olavsson Jensen er 37 ára gamal og búsitandi á Tvøroyri. Nýggi kommunulæknin á Tvøroyri hevur lisið til lækna í Keypmannahavn og fekk prógv í 2003.


Síðan hevur hann nomið sær serútbúgving í almennum medisini í Føroyum. Arnhold Olavsson Jensen byrjar sum kommunulækni á Tvøroyri tann 1.mai.