Perlur: Hann er kendur frá fótbóltinum, og frá vinnulívinum. Nú er han eisini kendur, sum lúrarin í sólsentrinum, men hvør er hesin Jan Allan Múller. Oyggjatíðindi hevur funnið eina aðra síðu av manninum. Hann er eisini mótadukka. Hetta avdúkaði Oyggjatíðindi 5. juni 2009.
Úr arkivinum:
Herfyri var Jan Allan Múller, fyrrverandi landsliðshetja, professionellur í fótbólti, og vinnuklívsmaður í lemmum, avdúkaður fyri at lúra eftir fólki í einum sólsentri í Horsens.
Lúrarin hevði fototól, myndir, og teldu tá hann var handtikin. Innihaldið í telduni verður nú kannað. Jan Allan er fyribils skuldsettur
Men hann hevur eisini aðrar sterkar kenslur, ið draga sum magnetar.
Mótin.
Í 2006 kom út eitt Ólavsøkublað, har Jan Allan og Teitur Hendriksen, prýddu síðurnar.
Teir skuldu lýsa globala mótadýrið, og so mótan í føroyska plagginum.
Tann tá 37 ára gamli Jan Allan Múller, fekk nakrar spurningar, sum hann svaraði.
Hann kundi t.d. ikki droymt um at farið í føroysk klæðir, tí hann vildi sæð so býttur út í teimum.
- Eg eri sjáldan á ólavsøku, men var eg á Ólavsøku, hevði eg uttan iva víst meg fullan, sigur hann við Ólavsøkublaðið.
Jan Allan heldur annars, at føroysk klæðir eru øgiliga føroysk.
Og so kemur ein áhugaverdur spurningur frá blaðnum.
Hvør er tín størsta klædnafyrimynd?
- Jógvan Páll Lassen! Eg minnist Armani-slipsið, sum hann keypti fyri 500 krónur, tá ið vit vóru til landsdyst fyrst í 90-árunum. Tá var eg av sonnum bergtikin: Ein ordans maður, hasin har, Jógvan Páll...
Og síðani hevur tað gingið slag í slag hjá Mariusi, advokati. Ein annar beundrari hansara er móta- og lívsstíls-føroyingurin, Fróði Hansen, sum hann hevur sett pening í, men við hálvum margarinpakka í hárinum, er hált hjá Armani Mariusi, at halda fast í sunnum prosjektum...