Árligi uttanríkispolitiski fundurin var hildin mikudagin
Fyrrapartin mikudagin byrjaði árligi fundurin millum uttanríkisráðharrarnar í Danmark og Føroyum, Anders Samuelsen og Poul Michelsen.
Á skránni var føroyska ynskið at broyta uttanríkispolitisku lógina, verju- og trygdarpolitisk viðurskifti, føroyska umsóknin um limaskap í norðurlendska samstarvinum og sínámillum kunning.
Aftaná var tíðindafundur í Tinganesi.
Eftir tíðindafundin var Anders Samuelsen í Løgtingsins uttanlandsnevnd.
Umframt fundirnar við Poul Michelsen og uttanlandsnevndina hevur Anders Samuelsen eisini tikið lut í ráðstevnuni Arctic Hubs, sum er í Norðurlandahúsinum.
Hann fór aftur til Danmarkar mikukvøldið.