Hósdagin 3. september høvdu Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri, fund.
Hetta var árligi fundurin millum landsstýrismannin í uttanríkismálum og danska uttanríkisráðharran.
Á skrá fyri fundin eru m.a. trygdarstøðan í Norðurhøvum, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og styrkt samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum
Fundurin varð hildin í Tinganesi.
Seinnapartin fóru ráðharrarnir til Suðuroyar, har m.a. varð vitjað í kolanámunum í Rangabotni, hjá Varðanum Pelagic og í Salt á Drelnesi.
Fríggjadagin hava landsstýrismaðurin og danski uttanríkisráðharrin fund við Løgtingsins Uttanlandsnevnd.
(Mynd© Claus Bech)