Arkitektakapping um tjóðleikhús á Eystaru Bryggju byrjað

Ætlanin at byggja tjóðleikhús er komin eitt stig longri á leiðini, nú Uttanríkis- og mentamálaráðið og Landsverk hava bjóðað til arkitektakapping fyri undangóðkendum toymum at gera uppskot til eitt nýtt tjóðleikhús á Eystara Bryggju í Havn.

Eitt tjóðleikhús hevur stóran mentanarligan týdning fyri okkara samfelag og skal vera á høgum byggilistarligum støði, og bjóða bestu karmar fyri leik- og pallist á hægsta stigi.

Verandi umstøður hjá Tjóðpalli Føroyar eru ikki nøktandi, og ynski hevur leingi verið um at fáa eitt tíðarhóskandi tjóðleikhús. Ynskið er tí at finna fram til bestu loysnina, sum lýsir snið, bygnað, ætlan, staðseting, atkomu, kostnað, hvussu bygningurin er skipaður, og hvussu hann háttar sær í sambandi við nærumhvørvið.

Grundarlagið fyri kappingina er kappingin um staðseting av Tjóðleikhúsinum, sum hildin varð á vári 2021, við tillagingum í mun til heildarætlanin fyri Eystara Havnarøki, ið Tórshavnar kommuna síðani gjørdi við íblástri úr hugskotskapping, sum varð hildin á heysti 2021.

Kappingaruppskotini skulu vera inni 25. august 2022, og verður miðað ímóti at vera liðug við dømingina 5. sep. 2022.

Undangóðkendu toymini, sum luttaka eru:

Kontrast
Henning Larsen North Atlantic
MAP Arkitektar
SNA
Zeta Arkitektar/Brim Arkitektar