Árið 2011 gjørdist eitt ár við framgongd fyri Smyril Line

Smyril Line hevur í dag hildið sín árliga aðalfund, har ársroknskapurin fyri 2011 varð lagdur fram og góðkendur.


Úrslitið fyri 2011 var eitt yvirskot á 9,3 mió. kr. Hetta er góðar 25 milliónir betri enn í 2010, tá Smyril Line hevði eitt hall á 15,7 milliónir kr. Hetta hóast at oljuútreiðslurnar í 2011 eru hækkaðar slakar 10 milliónir í mun til 2010.


Høvuðsorsøkirnar til betraða úrslitið fyri 2011 eru betri søla og munandi rakstrarsparingar. Rakstur felagsins var knappar 19 mió. bíligari í 2011 enn í 2010. Stórsta sparingin var innan umsitingar- og lønarútreiðslur.


Styrkt kapitalgrundarlag og betur gjaldførið


Í november 2011 varð kapitalgrundarlag felagsins styrkt við 40 milliónum kr. samstundis sum gjaldføri komandi árini er betrað við 150 milliónum kr.


Útlitini fyri framtíðina eru góð


Framtíðar útlitini hjá Smyril Line eru góð. Felagið arbeiðir við framhaldandi rakstrarsparingum, og nógv verður gjørt við at økja søluna av ferðaseðlum. Komandi tíðina verður serligur dentur lagdur á at betra um tænastuna umborð á Norrønu, eitt nú við einum steakhouse, eini sports-bar, enn betur barnaundirhald og øðrum. Tó er oljuprísurin framhaldandi ein avbjóðing.