Arctic Hubs í Norðurlandahúsinum 8. og 9. mai

Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipar í samstarvi við Arctic Circle fyri ráðstevnuni Arctic Hubs 8. og 9. mai.

Arctic Circle-ráðstevna er í Reykjavík á hvørjum ári og seinastu trý árini hava økisráðstevnur verið í Alaska, Singapore, Nuuk, Quebec, Washington og Edinburgh. Nú standa Føroyar fyri tørni, og væntað verður, at talan er um eina ta størstu altjóða ráðstevnum í Føroyum yvirhøvur.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Ólafur Ragnar Grímsson, fyrrverandi íslendskur forseti, verða samvertir fyri ráðstevnuni.

“Arktis og økini í Norðurhøvum hava seinnu árini fingið alsamt størri týdning í altjóða høpi, og fremstu búskapirnir í Asia og Evropa, og USA og Russlandi, stremba eftir at styrkja um teirra støðu og leiklut í Arktis,” sigur Ólafur Ragnar Grímsson, formaður fyri Arctic Circle. “Hesar rembingar hava við sær hópin av nýggjum møguleikum fyri Norðurlond, ikki minst Føroyar, Ísland og Grønland.”

“Landsstýrið er fegið um høvið at verða vertur fyri einum hópi at altjóða gestum,” sigur Poul Michelsen. “Økta áhugan fyri Arktis merkja vit dagliga. Tí arbeiða vit miðvíst fyri at tryggja føroysk áhugamál og deila føroyska vitan viðvíkjandi Arktis. Ráðstevnan fer uttan iva at lata hurðar upp fyri nýggjum møguleikum hjá Føroyum sum arktiskari tjóð og ikki minst hjá føroyskum vinnulívi.”

Á Arctic Hubs luttaka politikarar, granskarar, vinnulívsfólk, sendifólk, o.o. øllum heiminum. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á útvald evni, ið hava týdning fyri londini í Arktis og økið sum heild.

Høvuðsevnini á ráðstevnuni eru nýggir vinnuligir vakstrarmøguleikar, samferðsla og infrakervi, og demografiskar avbjóðingar og møguleikar hjá samfeløgunum í Arktis.

Skráin er umfatandi við fyrilestrum, framløgum og kjaki, og upp móti 100 røðarum. Umframt vertirnar,
Ólaf Ragnar Grímsson, formann í Arctic Circle og fyrrverandi forseti Íslands
Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum
teljast hesi ímillum høvuðsrøðararnar í Norðurlandahúsinum:
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Anders Samuelsen, danskur uttanríkisráðharri
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og varaløgmaður
Sigurður Ingi Jóhannsson, íslendskur samferðslumálaráðharri, og fyrrverandi forsætisráðharri Íslands
Alasdair Allen, skotskur ráðharri fyri altjóða menning og Evropa
Gao Feng, arktiskur sendiharri hjá Kina
Anne-Marie Coninsx, sendikvinna hjá ES fyri Arktis
Kang Jeong-sik, sendiharri fyri Arktis hjá Suður Korea    
Kristin Røymo, borgarstjóri í Tromsø

Kunning um ráðstevnuna og tilmelding eru at finna á www.arctichubs.fo

Meira fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva, tel +298551028

Føroyar og Arktis 
Arktis er veruliga komið á altjóða dagsskránna seinnu árini. Frá at hava verið eitt øki, sum einamest hevur havt vísindaligan áhuga, er arktiska økið nú vorðið ein miðdepil í heimspolitikki.

Føroyar eru limur í Arktiska Ráðnum og hava verið við í arktiska samstarvinum síðani ráðið varð var sett á stovn í 1996. Limalondini í Arktiska Ráðnum eru: Kanada, kongsríki Danmarkar (sum fevnir um Grønland, Danmark og Føroyar), Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Russland og USA.

Umframt limalondini hava onnur lond fingið eygleiðarastøðu í ráðnum eitt nú Kina og Suður Korea, og onnur lond liggja framvið fyri at gerast partur av arktiska samstarvinum.