Arbeiðsmarknaðurin merkt lítið til korona higartil

Hóast føroyska ferðavinnan fekk ein skelk av einari aðrari verð, tá ið koronafarsóttin brádliga læsti ferðavinnuna niður tíðliga í hesum árinum, so hevur samlaði føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki merkt so nógv til avleiðingarnar av koronafarsóttini higartil.

Føroyska arbeiðsloysið er farið nakað upp, men tað er framvegis lágt samanborið við onnur lond. Føroyska arbeiðsloysið var gott 1% í byrjanini av árinum og er nú 1,8%. 

Tað vóru omanfyri 4.300 í serligu lønarískoytisskipanini hjá ALS í byrjanini av apríl, men hetta talið var minkað niður í góð 600, tá ið skipanini fór úr aftur gildið, tann 31. august. ALS metti, at møguliga fór ein lítil triðingur av teimum gott 600 at enda í vanligu arbeiðsloysisskipanini. Síðan 1. september og inntil nú, er tó ikki nakað vaksandi arbeiðsloysið staðfest. 

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vórðu goldnar 2,6% meira í lønum enn somu tíð í fjør. Tað var bert í mai mánað í ár, at samlaðu lønargjaldingarnar vóru lægri enn í fjør. 

At avleiðingarnar av koronatiltøkunum ikki síggjast so væl aftur í føroyska búskapinum, kemst serliga av búskaparligu støðuni í Føroyum, tá ið koronasmittan fór at gera um seg. 

Føroyski búskapurin var yvirupphitaður og sprutt kókaði, tá ið vit komu inn í hetta árið. Ein tann størsta avbjóðingin hjá føroysku vinnuni, fyri framhaldandi vøkstri, var at útvega arbeiðs­megi, samstundis sum føroyska arbeiðsmegin var tann virknasta í Evropa. 

Tað var sostatt arbeiði meira enn til allar hendur, tá ið koronasmittan rakti Føroyar, og tá búskapurin sprutt kókar, so kólnar hann ikki alt fyri eitt, um tað brádliga verður skrúva niður fyri hitanum. 

Fleiri vinnugreinar høvdu framvegis avbjóðingar við at útvega arbeiðsmegi, tá korona­til­tøkini sendu nógv starvsfólk, serliga í ferða- og matstovuvinnunum, í lønarískoytisskipanina hjá ALS. 

Fleiri fólk eru farin úr aftur ­skipanini og aftur í starvið tey høvdu frammanundan, men tað eru eisini fleiri, ið eru farin úr lønarískoytisskipanini yvir í onnur størv, tí eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi hevur framvegis verið stórur aðrastaðni í føroysku vinnuni undir koronakreppuni. 

Virkna føroyska arbeiðsfjøldin tekur harumframt ein part av einari møguligar afturgongd í virkseminum, áðrenn hetta sæst aftur í hagtølunum fyri arbeiðsloysið. Tann parturin av arbeiðsfjøldini, ið er niðanfyri 16 ár og omanfyri vanligan pensjónsaldur, eru ikki skrásett í arbeiðsloysistølunum hjá ALS. Hesi verða tí ikki skrásett sum arbeiðsleys, um tey missa arbeiðið.

Føroyski búskapurin kundi sostatt fara munandi niður í ferð í kjalarvørrinum av korona­kreppuni, áðrenn tað sæst serliga væl aftur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

Sí annars frágreiðingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um føroyska búskapin her.