Arbeiðslívið og familjulívið eru sama lívið

Tað ber ikki til at skilja
lívið í fleiri lív – eitt arbeiðslív, eitt familjulív ella eitt frítíðarlív.




Tað finst bara eitt stórt,
torskilt, vakurt samanhangandi lív, sum vit øll skulu royna finna eina meining við.




Hetta er ein av boðskapunum
hjá høvuðsrøðaranum á Leiðaradegnum 2019. Røðarin er Morten Albæk,
heimspekingur og fyrrverandi marknaðarstjóri í vindmyllufyritøkuni Vestas.




Hann hevur fyritøkuna
Voluntas, sum ráðgevur um, hvussu fyritøkur og stovnar kunnu mennast til
meiningsfullar felagsskapir.




Morten Albæk ivast í, um tað
nyttar at máta nøgdsemi í eini fyritøku, tí tað vísir bara, um medarbeiðarin
fær nøktað sín tørv, heldur ikki nyttar at máta eydnu, tí tað er bara ein
løtumynd.




Einasta, sum hevur týdning
er um ein medarbeiðari heldur sítt arbeiði geva meining, sigur Morten Albæk.




Umframt Morten Albæk fara
fleiri fólk at viðgera spurningin um, hvussu vit hvør í sínum lag finna meining
við tí, sum vit gera – bæði leiðarin sjálvur og starvsfólkini. 




15’andu ferð Ársins
leiðarar verða kosnir



Leiðaradagurin 2019 verður
25. januar á Hotel Føroyum. Hetta er 15’andu ferð at Ársins leiðarar
verða kosnir í Føroyum. Stóra tema á degnum er “Skal tað geva meining”. 




Tilmelding fer fram á
heimasíðuni hjá synergi.fo.