Arbeiðsbólkur vitjar Umhvørvisstovuna

Í farnu viku hevði TEG-arbeiðsbólkurin undir norðurlendska ráðharraráðnum fund á Umhvørvisstovuni


 Norðurlendska samstarvið er millum tey elstu og mest umfatandi í heiminum. Politiska samstarvið er savnað í norðurlendska ráðharraráðnum og undir ráðnum finst ein hópur av arbeiðsbólkum. Ein teirra hevði fund á Umhvørvisstovuni í síðstu viku.


TEG-arbeiðsbólkurin hevur breitt arbeiðsøki, ið umfatar vernd og nýtslu av náttúruni, lívfrøðiligt margfeldi, lendi, mentanararv, fornminnum v.m. Føroyska umboðið í bólkinum er Jóhanna Olsen.


- Tað hevur stóran týdning fyri Umhvørvisstovuna at verða partur av hesum samstarvi. Vit fáa íblástur til hvussu vit kunnu skipað okkara náttúrufyrisiting. Samstundis fáa vit høvi at vísa samstarvsfeløgunum hvussu okkara fyrisiting er skipað. Eitt ítøkiligt úrslit, sum vísast kann á, er fíggjarligur stuðul til eina verkstovu seinni í ár um altjóða sáttmálar innan náttúruøkið í smásamfeløgnum, sigur Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni.


Arbeiðsbólkurin vitjaði Gróðurstøðina i Miðhoydølum har Tróndur Leivsson, landsskógarvørður greiddi frá virkseminum. Harumframt fór arbeiðsbólkurin eina útferð til Toftavatn har greitt varð frá tí sermerkta plantu- og djóralívinum við Toftavatn.