Arbeiðs- og brunaeftirlitið gevur út nýtt ársrit

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur latið úr hondum ársrit fyri árini 2019-2020.

Ársritið lýsir virksemið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum tvey tey seinastu árini. Talan er um tvey sera ymisk ár, har 2020 varð ávirkað av koronufarsóttini. Í hesum sambandi fekk stovnurin eisini fleiri nýggjar uppgávur.

Í ársritinum sæst millum annað, at stovnurin hetta tíðarskeiðið viðgjørdi fleir enn 3000 ymisk mál, at koronafarsóttin hevði eina áhugaverda ávirkan á talið av arbeiðsóhappum, og at kynsligur ágangur á arbeiðsplássum eisini er nakað, sum føroyskir arbeiðsgevarar eru varugir við.

Eisini ber til at lesa um nýggju hagtalsgreiningina hjá stovninum.
 
Sí meira á: https://arb.fo/news/120/arsritid-2019-2020