Arbeiðið við barnaverndarlógini komið á mál

Løgtingið hevur í morgun samtykt at dagføra barnaverndarlógina. Broytingin hevur millum annað við sær, at fráboðanarskyldan verður herd, og eisini eru krøv sett um hægri fakligan førleika.


Tað hevur verið spennandi og ein avbjóðing at verið við í hesum arbeiði, fyrst sum landsstýriskvinna í almannamálum og síðani í trivnaðarnevndini.


Broytingarnar í barnaverndarlógini eru við til at tryggja, at øll taka ábyrgd. Umráðandi er, at fólk, sum í sínum starvi hava við børn og ung at gera, taka fráboðanarskylduna í størsta álvara. Tað er alneyðugt at boða verður frá so tíðliga sum til ber. Allur ivi eigur at koma barninum til góða. Jú fyrri hond verður tikið um trupulleikan, lættari verður at hjálpa. At síggja vandatekin, og at taka tey í álvara, er at taka ábyrgd og vísa umsorgan.


Aðalmálið er at skapa umstøður fyri, at øll børn, ung og familjur við serligum tørvi í mest møguligan mun fáa nøktandi tilboð í Føroyum.


Takk til landsstýriskvinnuna, trivnaðarnevndina og løgtingi fyri sera gott arbeiði.


Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin