Arbeiðið í Altjóða Oyggjaleikanevndini

Nevndin í IIGA sendi tíðindaskriv út eftir fundin, men heimasíðan hjá ÍSF hevur í hesum sambandi eisini gjørt samrøðu við Sølva um arbeiðið í IIGA og komandi oyggjaleikir.


Hvussu er dagliga arbeiði í IIGA?


Dagliga samskiftið í nevndini er fyri tað mesta við telduposti. nevndin hevur ein aðalskrivara, sum tekur sær av samskipan av nevndararbeiðinum. Síðani verða teldupostir sendir aftur og fram, tá okkurt mál er, sum skal viðgerast.


Í samband við aðalfundirnar hvørt summar er ein nevndarfundur áðrenn og ein aftaná sjálvan aðalfundin, eftirsum nevndin tá er savnað til aðalfundin.


Ymsar undirnevndinir kunnu eisini arbeiða við onkrum ítøkiligum máli. Sjálvur eri eg formaður í eini undirnevnd, sum ger uppskot til broytingar í reglunum fyri, hvør kann umboða eina limaoyggj á Oyggjaleikunum.


Síðani er ein nevndarfundur um várið, har tikið verður samanum tey mál, sum arbeitt hevur verið við síðani seinasta aðalfund. Í ár høvdu vit hendan fundin í Visby.


Hvussu bar tað til, at tit høvdu nevdarfundin á Gotlandi?


Upprunaliga varð tosað um at hava fundin í Føroyum, men ítróttamyndugleikarnir á Gotlandi ynsktu, at nevndin skuldi vitja har, í samband við at Gotland ynskir at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2017.


Hvør luttekur á einum slíkum fundi?


Á fundinum luttóku Jörgen Petterson, form. úr Álandi, James Johnston, varaform. úr Hetlandi, Robert Mcginnigle, peningarøkil úr Jersey, nevndarlimirnir Andy Varnom, Isle of Man, Anu Vares, Saareemaa, og eg sjálvur, aðalskrivarin Kay Batty av Isle of Man, umboð fyri komandi leikirnar Paul Scope av Bermuda, og umboðini fyri høvuðsstuðulin NatWest, John Lindon og Jeremy Whitsey frá NatWest.


Hvussu sær ein skrá til ein slíkan nevndarfund út?


Skráin var sera rúgvusmikil. M.a. vórðu ymisk mál umrødd sum fyrireiking til aðalfundin í summar, broytingar í lógunum hjá IIGA og í reglugerðunum fyri ymisku ítróttagreinirnar á Oyggjaleikunum. Eisini varð tosað um eftirmetingina av leikunum á Isle of Wight seinasta summar, og hugt frameftir til komandi leikir á Bermuda, Jersey o.s.v. Ein partur av vitjani snúði seg eisini um møguligu leikirnar í Gotlandi í 2017, og vórðu ymiskir fundir hildnir við Gotlendskar myndugleikar í hesum sambandi.


Hvat var innihaldið í fundunum við gotlendsku myndugleikarnar?


Umboð fyri gotlendska landspartastýrið og gotlendska ítróttasambandið greiddu á fleiri fundum frá, hvussu tey ætlaðu at skipa fyri leikunum í 2017. Tey greiddu frá, hvørjar ítróttagreinir, tey ætlaðu at bjóða fram, hvar á oynni hesar skuldu íðkast, og hvar neyðugt var at gera broytingar í mun til verandi anlegg. M.a. greiddu tey frá einum nýggjum depli við multihøll, sum tey ætlaðu at gera í útriðini av Visby, og einari nýggjari svimjihøll. Vit vitjaðu eisini ítróttaranlegg og ætlaði gistingarstøð.


Er Gotland til reiðar at skipa fyri leikunum í 2017?


Í stóran mun, ja. Tey hava tvær svimjihøllir – eina við 6 geilum sunnantil á oynni og eina 50-ára gamla við 5 geilum í Visby. Tey ætla sær at gera eina nýggja nútímans svimjihøll í Visby, men hon er hvørki staðfest ella endaliga projekterað enn. Í so máta vóru boðini frá nevndini í IIGA greið. Tá oygjaleikirnir verða útlutaðir, verður gingið út frá verandi ítróttaranleggum. Um ikki anleggini eru í gerð og fíggingin í lagi, verða tey ikki tikin við í viðgerðina, tá leikirnir skulu útlutast.


Hvussu gongst við fyrireikinugunum til oyggjaleikirnar á Bermuda?


Umboðið frá Bermuda greiddi frá fyrireikingunum. M.a. er ein nýggjur uttandura svimjihylur er í gerð, sum verður 25×50 metrar til støddar. Stóra avbjóðingin á leikunum á Bermuda er prísurin – bæði flutningur og innivist. Tí arbeiða fyriskipararnir við at fáa prísin niður. Nógv hotell eru á Bermuda, men fyri at fáa prísin niður hava fyriskipararnir nú skaffa innivist á skúlum og á einari hernaðarlegu. Samstundis verður arbeitt við at samskipa flutning til Bermuda, soleiðis at bíligasta loysnin kann finnast.


Hvussu nógv ítróttafólk væntast at luttaka?


Fyribils tølini eru um 1.800 ítróttafólk í mun til omanfyri 3.000 á Isle of Wight. Men fyriskipararnir vóna, at fleiri fara at koma, tá betri greiða fæst á prísinum.


Hvussu við leikunum í Føroyum aftur?


Nevndin í IIGA arbeiðir við at broyta útlutingarmannagongdina frá at vera eina kapping millum áhugaðar oyggjar til at gerast ein listi, sum áhugaðar oyggjar koma uppá. Nevndin skal so bara kanna, um oyggjar, sum bjóða seg fram, eru førar fyri at fyriskipa leikunum. Føroyar hava víst áhuga fyri leikunum, og koma tí á hendan listan, um aðalfundurin staðfestir broyttu mannagongd.


Hjá Føroyum er neyðugt at melda út skjótt, hvørjar ítróttagreinir vit kunnu bjóða fram. Fólkini í IIGA hava drúgvar royndir við at meta um førleikan hjá oyggjum at skipa fyri leikunum. Tí viga meiri ella minni ivasamar ætlanir um ítróttaanlegg v.m. einki. Um tú ikki ert farin í gongd við at grava og hevur fíggingina uppá pláss – verður ikki gingið út frá, at tú hevur tey anleggini.