Arbeiðið at endurskoða Ferðslutrygdarætlanina er byrjað

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd tikið stig til at endurskoða Ferðslutrygdarætlanina frá 2007. Arbeiðið hevur leingi verið ávegis, og tí er sera jaligt, at arbeiðið er byrjað.

Tað hevur verið eitt sera stórt ynski, at ferðslutrygdarætlanin verður endurskoðað og dagførd, soleiðis at hon tekur støði í dagsins avbjóðingum í ferðsluni. Nógv er hent síðani fyrstu ferðslutrygdarætlanina, og vit síggja í dag nýggjar avbjóðingar, sum ikki vóru eins sjónligar í 2007. Sum dømis er gáloysni ein stór avbjóðing, og telefonnýtsla er ein stórur partur av hesum.

Við støði í null-hugsjónini, um at røkka málinum, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni, er týdningarmikið, at arbeitt verður miðvíst og skipað við ferðslutrygdini. Í ferðslutrygdarætlanini  frá 2007 vóru 36 tilmæli til, hvussu málið kundi røkkast. 

Upprunaliga ætlanin var, at ferðslutrygdarætlanin, ið gekk út í 2015, skuldi endurskoðast í 2012. Í hesi tíðini er yvirskipaða málið um færri ferðsluvanlukkur við fólkaskaða eydnast. Eisini gjørdist 2018 eitt søguliga gott ár í ferðsluni, tí hetta var fyrstu ferð í meira enn hálva øld, at ongin doyði í ferðsluvanlukku í Føroyum.

Arbeiðið at endurskoða ferðslutrygdarætlanina er nú byrjað  og verður væntandi liðugt seinni í vár. Í arbeiðsbólkinum og stýrisbólkinum eru umboð frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Landsverki, Løgregluni, Akstovuni, Kommunufelagnum og Samferðslumálaráðnum.