Á fundi í Bergen, skrivaðu norðurlendsku ráðharrarnir undir nýggja Norðurlendska konventión um sosiala trygd. Landsstýriskvinnan í almannamálum Annika Olsen skrivaði undir vegna Føroyar.
Norðurlendska konventiónin um sosiala trygd er ein millumtjóða avtala millum norðurlendsku londini á almannaøkinum. Avtalan tryggjar, at norðurlendingar sum flyta millum Norðurlond, hava sama rætt til sosialar veitingar, sum borgarar í tí landinum tey flyta í.
Nýggja avtalan kemur fyri gomlu konventiónina frá 2003, sum hevur verið galdandi í Føroyum síðani 2005. Orsøkin til at norðurlendsku londini nú hava gjørt eina nýggja avtalu eru nýggjar ES-reglur á almannaøkinum. Norðurlendska konventiónin gevur tó í fleiri førum víðkaði rættindi til persónar, ið flyta millum Norðurlond, og eisini gevur norðurlendska avtalan føroyingum og grønlendingum hesi somu rættindi til sosiala trygd.
Føroysk umboð hava luttikið í arbeiðstilgongdini fram ímóti at avtalan bleiv undirskriva í Bergen. Luttøkan er samskipað úr Almannamálaráðnum og umboð úr Almannaverkinum og ALS hava luttikið virkið.
Avtalan skal staðfestast í hinum londunum, áðrenn hon verður sett í gildi. Síðani verður konventiónin løgd fyri Løgtingið til støðutakan. Væntandi verður hetta komandi vár.