Annika Olsen á kjakfundi í Oslo

Annika Olsen, sum er eisini er landsstýriskvinna í norðurlandamálum, var í gjárkvøldið á kjakfundi í Oslo. Landsstýriskvinnan tekur í hesum døgum lut á fundi, saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum í Oslo.


Í hesum sambandi hevði norska norrøna felagið bjóðað øllum norðurlendsku samstarvsráðharrunum til fundar í Litteraturhuset í Oslo. Á skránni var evnið “Tann norðurlendski dreymurin – Norðurlendskar loysnir til avbjóðingarnar hjá vælferðarsamfelagnum.”


Eisini vóru norska LO og norska arbeiðsgevarafelagnum umboðað á fundinum. Eitt sera áhugavert og livandi kjak har út við 300 fólk vóru møtt upp í einari fullsettari høll.


Nøkur av teimum evnunum, sum kjakast varð um, vóru forðingar millum londini, arbeiðsloyvi – serliga ungdómsarbeiðsloysi, hvussu tryggja vit framtíðar arbeiðsmegina og harvið eisini tað norðurlendska vælferðarsamfelagið.


Øll vóru samd um, at tað hevur sera stóran týdning at menna tað norðurlendska samstarvið enn meira.