Annika Christensen lokið ph.d. um kvæði í føroyskari samtíð

Á heysti 2020 varð ph.d.-ritgerðin hjá Anniku Christensen endaliga góðkend við University of Leeds.

Ritgerðin kallast “‘Kvæði í føroyskari samtíð’ Exploring Ballads as Popular Culture and Heritage in Contemporary Faroese Culture.” Ritgerðin er nú tøk á netinum..

Vegleiðarar hava verið Claudia Sternberg, lektari, og Catherine Karkow, professari, við School of Fine Art, History of Art and Cultural Studies á University of Leeds.

Í metingarnevndini vóru Alaric Hall, dr. og lektari á University of Leeds, og Kim Simonsen, ph.d. og seniorgranskari frá European Studies á University of Amsterdam.

Í ritgerðini verður kannað, hvussu kvæðini hava tað í føroyska nútíðarsamfelagnum. Serliga er tað í tónleiki, undirvísing og ferðavinnuni, at kvæðini hava havt ein áhugaverdan leiklut. Eisini verður hugt at, hvussu dansifeløgini halda fram at verja kvæðini og føroyska dansin sum livandi mentan, samstundis sum tey skulu fyrihalda seg til samfelagsligar og politiskar avbjóðingar.

Tann føroyska kvæðamentanin er serstøk. Ritgerðin vísur eisini á, hvussu hendan serstaka mentanin verður varðveitt, endurnýggjað og arbeidd við í føroyska nútíðarsamfelagnum. Hetta arbeiðið ger seg galdandi bæði á tí almenna og politiska økinum, og tí samfelagsliga. Ritgerðin tekur upprunastøði í at samanseta tað søguliga í føroysku kvæðamentanini við samrøður og kvalitativa gransking og analysu.

Niðurstøðan er, at tað krevur eitt áhaldandi arbeiði at tryggja, at kvæðini framhaldandi vera ein partur av livandi mentan í Føroyum, bæði við almennari fígging, gransking og undirvísing.

Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d.-verkætlanini hjá Anniku Christensen.  Stuðulsyvirlitið

Mynd av dansi: Tvøroyrar skúli.